Innrita
Tel 35 75 76

Aðalfundur 25. mars 2017

X

Aðalfundur 25. mars 2017


Aðalfundurin hjá Føroya Pedagogfelag verður á Hotel Føroyum tann 25. mars 2017




Skráin fyri fundin er sambært lógum felagsins:

A. Val av fundarstjóra og skrivara
B. Ásetan av fundarskipan fyri aðalfundin
C. Frágreiðing frá nevndini til góðkenningar
D. Framløga av grannskoðaðum roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar
E. Framløga av felagsins fíggjarætlan til kunningar
F. Viðgerð av ætlaða virksemi felagsins
G. Val av formanni triðja hvørt ár (einki val í ár)
H. Val av nevnd. (einki val í ár)
I. Val av eykalimum
J. Val av grannskoðarum
K. Viðgerð av innkomnum uppskotum og ásetan av limagjaldi
L. Ymiskt

Uppskot til aðalfundin §8, 4. stk.
Ynskir limur uppskot viðgjørt á aðalfundinum, skal uppskotið latast nevndini við skrivligari váttan frá viðkomandi uppskotsstillara, og vera nevndini í hendi í seinasta lagi 1.februar. 
Sama er galdandi fyri uppskot um ásetan av limagjaldi.

Uppskot skulu sendast til:        

Føroya Pedagogfelag
Tungugøta 1
100 Tórshavn

pedagog@pedagogfelag.fo

Nærri kunning um innkomin uppskot og skrá við tíðarætlan kemur eftir 1. februar 2017.

Nevndin

Aftur