Innrita
Tel 35 75 76

Aðalfundur hjá Føroya Pedagogfelag verður á Hotel Føroyum tann 3. mars 2018

Aðalfundur hjá Føroya Pedagogfelag verður á Hotel Føroyum tann 3. mars 2018

Skrivað hevur: Jógvan Philbrow   tann: 15.01.2018  


Skráin fyri fundin er sambært lógum felagsins og sæst á heimasíðuni www.pedagogfelag.fo

Uppskot til aðalfundin §8, 4. stk.

Ynskir limur uppskot viðgjørt á aðalfundinum, skal uppskotið latast nevndini við skrivligari váttan frá viðkomandi uppskotsstillara, og vera nevndini í hendi í seinasta lagi 1.februar. 
Sama er galdandi fyri uppskot um ásetan av limagjaldi.

Val av nevndarlimum og formanni §8, 7. stk., punkt 5
Uppskot til valevni, saman við váttan frá tí uppstillaða, skulu vera felagnum í hendi í seinasta lagi 1.februar.

Hesaferð verður formansval og tveir nevndarlimir skulu veljast, av teimum skal minst ein verða hjálparfólk.

Uppskot skulu sendast til:             

Føroya Pedagogfelag
Tungugøta 1
100 Tórshavn

pedagog@pedagogfelag.fo

Nevndin

Aftur