Innrita
Tel 35 75 76

AT SKIPA SEG, AT KOMA Á MÁL, OG MÁLIÐ ER AT FÁA EINA ÚTBÚGVING

AT SKIPA SEG, AT KOMA Á MÁL, OG MÁLIÐ ER AT FÁA EINA ÚTBÚGVING


Arbeiðsuppgávurnar hjá mentortoyminum eru umfatandi, og ein stórur partur av arbeiðinum er, at næmingurin fær høvi at venja, hvussu ein háttar sær á teimum ymsu pallunum í samfelagnum, siga Oggi Lamhauge og Hansina Vilhelmsdóttir.

Í august mánaði í 2013 byrjaði ein flokkur í studentaskúlanum í Hoydølum. Tað heilt serliga við hesum flokki var, at fólk við autismuspektur-órógv vóru í flokkinum. Hetta var ein royndarverkætlan og í tráð við politisku ynskini. Undanfarna samgongan staðfesti í samgonguskjalinum at “víðkað tilboð verða givin ungum við serligum tørvi”.

Í tilmælinum um serliga skipað miðnám sum heildartilboð til ung við serligum tørvi, sum varð handað Mentamálaráðnum og Almannaráðnum í januar 2015 stendur m.a.

“Tá ið talan er um ung við serligum tørvi, er tað umráðandi, at hugsað verður í eini heildarloysn, har tað ymiska virksemið í gerandisdegnum hjá tí unga stuðlar hvørt annað. Í tráð við hesa og meginregluna um sektorábyrgd hevur landsstýrið ásannað, at skal málið røkkast, er neyðugt, at hesi tilboð verða samskipað millum stjórnarráðini, sum hava ábyrgd fyri økinum. Hetta soleiðis, at heildartilboð, í tann mun ynski og tørvur er á tí, verða givin bæði í mun til skúla-, frítíðar- og búpartin í einum skipaðum samstarvi, har Mentamálaráðið hevur ábyrgdina av skúlapartinum, og Almannamálaráðið hevur ábyrgdina av at veita bú- og frítíðartilboð.”

Víðari sigur tilmælið: - “SSM fevnir um undirvísing á serbreyt, sum ikki miðar eftir vanligum miðnámsprógvi, ella um undirvísing í serflokki, ið kann miða eftir vanligum prógvi, men har næmingarnir, fyri at kunna fáa hóskandi undirvísing, mugu fáa undirvísing í minni bólki, har serlig atlit verða tikin at teirra breki. Flokkurin innan autismuøkið í Hoydølum er eitt dømi um ein serflokk.”


Oggi Lamhauge og Hansina Vilhelmsdóttir starvast saman við Halgerð Jacobsen í sonevnda mentortoyminum, sum er tongt at serflokkinum.  Uppgávan hjá mentortoyminum er at halda næmingunum til lesnaðin, so teir megna at fáa eitt miðnámsskúlaprógv. Hetta merkir í praksis, at toymið tekur sær av tí, sum er kring um undirvísingina og felagsskapin í flokkinum.

Fyrsta skúlaárið vóru ávísir trupulleikar í mun til, at næmingarnir skuldu klára at fullføra miðnámsskúlaútbúgvingina, og hvussu skúlatilboðið skuldi skipast millum Almannamálaráðið, Mentamálaráðið, Almannaverkið og Føroya Studentaskúla. Ógreitt var at fáa eina fatan av, hvussu hugtakið “heildartilboð” skuldi  skiljast. Tað var somuleiðis ógreitt, hvønn leiklut og hvørja ábyrgd hvør skuldi hava, siga Oggi og Hansina.

Trivnaðardepilin í Almennaverkinum fekk til uppgávu at seta ein arbeiðsbólk, sum skuldi greina hugtakið  heildartilboð. Heildartilboðið skuldi stuðla næmingunum at gjøgnumføra útbúgvingina.

Arbeiðsbólkurin avhendi eitt tilmæli í august 2014, og í tilmælinum varð lýst, hvussu ein verkætlan kann skipast sum eitt heildartilboð fyri allar næmingarnar í flokkinum. Í arbeiðsbólkinum hava sitið umboð fyri leiðslu- og starvsfólk í Trivnaðardeplinum í Almannaverkinum, sum hava fakliga vitan og royndir innan autismu.

Eind 3 í Trivnaðardeplinum, t.e. børn, ung og vaksin við autismu í Havn, setti eitt toymi við trimum pedagogum í hálva tíð at arbeiða við heildartilboðnum. 

Mentortoymi Hoydalar

Starvsfólkini í Mentortoymi Hoydalar eru øll útbúnir pedagogar og hava umframt hetta drúgvar royndir í at arbeiða við fólki við autismu.  Umframt hetta hava vit ment okkara førleikar við viðkomandi skeiðum. Nevnast kunnu grundskeið í kognitivari terapi og “KRAP”, sum er “Kognitivur Resursufokuseraður Anarkennandi Pedagogikkur”.

Arbeiðsuppgávur

Vit kunnu nevna, at tey fáa venjing í, hvussu tosið er í eini bíðirøð á ymsum støðum. Hvussu tosið er í einum kaffihúsi (og hvussu hart man tosar) mótvegis tí ein tosar um, tá vinir koma saman í eitt nú verðsligum lagi. At venja næmingin við støðuna í einum bólki, sum ein miðnámsskúlaflokkur er, og hvussu farið verður við hvørjum øðrum. Læra, at tosa og lurta; læra at tola og loysa ósemju[A1] r, at virða hvønn annan, hóast fólk eru ósamdur og eru ymisk. Vit fara javnan á kaffihús, út at bovla og annars taka lut í tí, sum gongur  fyri seg millum ung í samfelagnum. Hetta eru kærkomnar venjingar hjá næmingunum, siga Oggi og Hansina.

Tey greiða frá, at onkuntíð er prátið meira skipað, har tosað verður um eitthvørt viðkomandi evni, og aðrar tíðir er støði tikið í tí, sum einaferð kemur upp í løtuni.  Vit tosa um vinir og tað at skapa vinarlag og um tað at geva og taka í sosialum samspæli.

Umráðandi er, at næmingarnir eru tilvitaðir um sín kropp. Í hesum sambandi venja vit í Yndi við næmingunum. Hetta gevur teimum betri kropsfatan og økir um evnini at hugsavna seg og gevur vælveru fyri bæði kropp og sinn, greiða tey bæði frá.

Tey hava skipaðar samrøður við tann einstaka næmingin 2 ferðir um árið og oftari, um tørvur er. Innihaldið í hesum samrøðum er m.a., hvussu tað gongur við skúlanum, hvussu samdøgursrútman er, hvussu tað gongur við skúlatingum, og hvussu tey trívast í flokkinum og gerandisdegnum. Tað er umráðandi at hava hesar samrøðurnar, tí tað er ikki altíð, at vit sum toymi síggja allar avbjóðingar, tann einstaki stríðist við, siga Oggi og Hansina.


Tvørfakligt samstarv

Mentortoymið hevur javnan fund við lærarar í flokkunum og eru í tøttum samstarvi við toymisleiðaran hjá lærarum umvegis teldupost og telefon. Eisini hava vit innanhýsis samskifti við aðrar fakbólkar í almannaverkinum.

Vit arbeiða fram ímóti einum enn betri tvørfakligum samstarvi og ynskja, at ein ella tveir sosialráðgevar vera settir til flokkin (og bólkin). Vónandi kemur hetta upp á pláss í næstu framtíð, siga Oggi og Hansina.

Framtíðin

Samstundis sum tann fyrsti flokkurin verður liðugur í summar, byrjar ein nýggjur flokkur ætlandi í heyst.

Vit flyta inn í nýggjan skúla og fegnast um , at serflokkaskipanin heldur fram, og at tað framhaldandi verða tveir flokkar við serligum avbjóðingum, við autismu. Fyri næmingarnar hava vit tær ætlanir, at tey gera seg liðug við útbúgvingina í øllum góðum og eftir loknan miðnámsskúla verða leidd víðari til hægri lestur ella starv. Hesum vilja vit  fegin arbeiða fyri í virksemi okkara við hvørjum einstøkum næmingi, siga Oggi og Hansina.

Tey siga víðari, at tvørfakliga samstarvið tryggjar eitt gott pedagogiskt innihald í skúlagongdini. Fakbólkarnir, sum eru knýttir at flokkinum, eru serfrøðingar á hvør sínum øki. Við at samantvinna okkara fakligu vitan og viðgera støður, sum stinga seg upp í flokkinum í samrøðuni fakbólkanna millum, flyta vit okkum til eina enn betri loysn fyri hvønn einstaka næming.

Tað er eingin loyna, at hølisviðurskiftini ikki eru tey bestu. Vit kundu ynskt okkum eina skrivstovu ella atgongd til eina skrivstovu, soleiðis at skrivstovan ikki longur skal vera ein teldutaska og hølið eitt kaffihús í býinum.

At enda kundu vit  ynskt okkum, at næmingarnir tóku meira lut í teimum serligu tiltøkunum, sum skúlin hevur, og hesum vilja við miða fram ímóti, siga Oggi og Hansina at enda í samrøðu við Pedagogblaðið.

Les alt Pedagogblaðið her!

Aftur