Innrita
Tel 35 75 76

Betri fakliga leiðslu

Betri fakliga leiðslu

Skrivað hevur: Jógvan Philbrow   tann: 01.09.2017  

Á landsleiðaradegnum fríggjadagin 1. septembur hevur Søren Voxted tosað um týdningin av fakligari leiðslu í tí almenna

Voxted metir, at umsitingarlig leiðsla er farin at fylla ov nógv, og at nærlagda fakliga leiðslan av tí sama hevur verið fyri misrøkt. Sterka rákið móti umsitingarligari leiðsluni seinnu árini hevur nærmast týnt fakligu leiðsluna niður í onki, og tí er nú neyðugt at finna hana fram aftur í nýggjum hami, tí tørvurin á henni er aldrin horvin.       

- starvsfólk hava brúk fyri leiðarum, sum kunnu hjálpa teimum við fakligani at raðfesta uppgávur, og sum kunnu stinga út kós fyri arbeiðsplássið sum heild - sigur Voxted víðari.

Tað fakliga bæði kann og skal mátast innan pedagogiska økið, og leiðsla skal megna at meta um og skjalfesta tað, so mál og fakligar loysnir verður partur av dagligdegnum. 

Landsleiðaradagurin varð hildin á Hotel Hafnia í Tórshavn við Søren Voxted, Ph. D. og Cand. Merc. í starvsfólkaleiðslu frá Syddansk Universitet.

Høvuðsgranskingarøkið hansara er stovnsleiðarar, ið hava viðkomandi útbúgvingar og royndir innan teirra leiðaraøki. Voxted hevur útgivið fleiri bøkur og greinir á hesum økinum, m.a. bókina Faglig Ledelse i Offentlige Organisationer í 2016. 

Aftur