Innrita
Tel 35 75 76

Droppið PISA-kanningarnar

X

Droppið PISA-kanningarnar


So kom enn eitt PISA-úrslit. Væntaði ikki so nógv av kanningini, og yvirskriftirnar tykjast siga, at her er ikki so nógv at koma við. Eitt lunkað úrslit, ið tó ikki var heilt so ringt sum seinast.


Spurningurin er, hví vit loyva okkara fólkaskúla yvirhøvur at vera við í slíkum. Eg skilti á einum partaeigara, ið hevði verið á aðalfundi hjá Pearsons, ið er fyritøkan aftan fyri PISA, at fyritøkan komandi ár ætlar sær eitt yvirskot á 8 milliardir. Havi varhugan av, at hetta er fremsta orsøkin til, hví tey vilja hava m.a. føroysku tjóðina við.

Hóast sagt verður, at PISA ikki skal stýra skúlapolitikkinum í Føroyum (onnur lond hava nokk eisini sagt tað sama) so er hon stýrandi. Vit sóu fyrstu ábendingarnar um hetta longu í 2006, eftir at fyrstu PISA-úrslitini vóru vorðin kunngjørd. Tá varð sett inn - við fleiri tímum á tímatalvuni, við fleiri málrættaðum royndum. Nú skuldu vit veruliga fáa hasar “dovnu” lærararnar til arbeiðis.

Í flestu førum var “loysnin”, meira av tí sama sum vit gjørdu frammanundan.

Onkuntíð ivist eg í, um tað er eitt veruligt ynski at styrkja menningina og læringina hjá børnunum.

Tá broytingar og “ábøtur” skulu gerast, er tað sjáldan fakfólkini, ið vera hoyrd. Fyri einari viku síðani hoyrdi eg ein av fremstu barnagranskarunum í Danmark, Dion Sommer, greiða frá, at hann var givin at ávara tey, ið hava ábyrgdina av útbúgvingarskipanini í Danmark, um skeivu kósina. Hann fegnaðist tó um, at serliga í Norra var áhugin at lurta eitt sindur betri. 

Fyrireikingarnar til komandi lívið hava tikið yvirhond.

Eftirhondini tykist tað, sum t.d. professari í sálarfrøði og heimsspeki, Svend Brinkmann, sigur, at fyrireikingarnar til “næsta” stig í lívinum fylla so mikið, at menniskja gloymir at vera til í gerandisdegnum. Menniskjað skal altíð vera á veg, menna seg móti onkrum øðrum, enn tí, tað er í dag. Menniskjað kann ikki vera nøgt við seg sjálvt, síni viðurskifti ella sína støðu. Í veruleikanum ein púra óhaldbar støða hjá øllum at vera í.

Seinastu nógvu árini hava vit í størri og størri mun tikið burtur tey frírúmini, ið børnini eina ferð høvdu. Frírúmini, ið kanska fyri nógv verða hildin at vera “óproduktivar” løtur, men, sum í veruleikanum eru lívsneyðug hjá menniskjanum, serliga børnunum, at fáa stundir at sodna og seta heimin í perspektiv.

Fleiri kanningar vísa, at fleiri og fleiri børn eru merkt av sálarsjúkum, sálarórógvi og fáa ymiskar diagnosur. Í fleiri førum kundu vit sloppið undan slíkum, um børnini fingu betur rúm og tíð at vera til.

Mítt boð til batar innan skúlan er so at minka um tímarnar á tímatalvuni og at brúka hesa sparing upp á at seta fleiri lærarar inn í hvønn skúlaflokk, soleiðis at lærarar í størri mun fáa arbeitt í toymum um børnini. Tað skuldi eisini hjálpt uppá “inklusjónina”, ella spurningin um at skúlin skal rúma øllum børnum. Hetta hevði givið betri rúm fyri frítíðarskúlum, klubbum og frítíðartilboðum - kanska enntá verið við til at minka um strongdina hjá foreldrunum, tí ferðin og ferðingin millum ymisku frítíðarítrivini kanska kundi minkast.

Innan dagstovnaøkið er neyðugt at leggja fleiri tímar inn í dagstovnarnar, soleiðis at námsfrøðingarnir fáa betri stundir at leggja til rættis og eftirmeta teirra arbeiði, fáa stundir at møta hvørjum einstøkum barni og røkka teimum málum, ið stovnurin setur.

Lata vit standa til, sum vit gera í dag, so stýrir PISA meira og meira - og PISA er í veruleikan bert eitt skálkaskjól hjá einari altjóða fyritøku, ið sær møguleikan at vinna pening til sínar partaeigarar.

Aftur