Innrita
Tel 35 75 76

Ein viðmerking.

Ein viðmerking.

Skrivað hevur: Føroya Pedagogfelag   tann: 30.05.2017  
Tíðindi

Kenni meg noyddan at koma við enn einari viðmerking til kjakið um uppskotið um at kommunur skulu kunna lata pening fyri at mammur/foreldur kunnu vera heimagangandi.

Tað hongur nú ikki heilt so einfalt saman, sum uppskotið annars leggur upp til. At lata tær áleið 70.000 kr., ið tað sambært Jørgeni Niclasen kostar kommununi fyri hvørt barnið á dagstovni, fylgja barninum, so at foreldrini kunnu velja at vera heima, snýr seg ikki bert um 70.000 kr. Tí tær 70.000 kr. um árið kasta í flestu førum nakað nógv meira av sær.

Hugsa vit fíggjarliga, so hava hesar 70.000 kr. við sær, at fleiri fólk sleppa til arbeiðis – altso bæði foreldrini, heldur enn bara annað foreldrið. Og har eru so skattainntøkur frá tí foreldrinum, sum annars hevði verið heima. Harumframt eru jú eisini skattainntøkur at heinta frá “námsfrøðinginum”, sum annars sleppur til arbeiðis, tá børn skulu á stovn. So hetta uppskotið er at spara eftir “reyv”. Tí skattainntøkan hjá minst tveimum persónum verður rakt - ella lækkað - orsakað av hesum uppskotinum. Og hetta er bara beint her og nú. Fyri framtíðina merkir tað eisini lægri eftirlønaruppsparing og allarhelst má tað almenna “spýta” meira í seinni, tá øll hesi koma í eftirlønaraldur.

Um talan er um barnsins besta, so er nokk skilabetri at hugsa um at dagføra lógina um barsil og geva foreldrum betri barsilsfarloyvismøguleikar - og eftirløna av barsilspeninginum. 

Avleiðingar fyri barnið kunnu vera fleiri, og tað er nevnt í øðrum greinum. Í stuttum kann sigast, at barnið missir møguleikan at vera virkið í felagsskapinum saman við øðrum børnum í gerandisdegnum. At barnið missir atgongd til útbúgvið fólk, ið hevur til uppgávu at skipa eitt so gott og mennandi umhvørvi teir tímarnar, barnið er á stovni, sum til ber. Fakfólkini, námsfrøðingarnir, hava eina fýra ára langa útbúgving, sum snýr seg um menning og læring hjá menniskjanum. Tað er nú ikki at forsmáa.

Hugsa vit um tilflytarar í Føroyum, so er dagstovnurin eisini eitt týdningarmikið stað, har børn og foreldur, “møta” tí føroysku mentanini. Dagstovnarnir hava ein stóran leiklut í integratiónini av nýggjum familjum í føroyska samfelagið. Hetta kann verða sett í váða av uppskotinum.

Men, ein tann størsta avleiðingin fyri samfelagið er minkandi íkastið til arbeiðsmarknaðin frá øllum hesum fólkunum, ið nú ikki fara á arbeiðsmarknaðin. Tess fleiri, sum velja ikki at vera virkin á arbeiðsmarknaðinum, tess fátækari arbeiðsmarknaður. Og um vit ynskja framfýsni í samfelagnum, so er neyðugt við fjølbroytni og tá er ikki so skilagott at “lokka” fólk at taka seg av arbeiðsmarknaðinum. Betur hevði verið, um arbeiðsmarknaðurin royndi at skipa soleiðis fyri, at til bar at hava eina familju og at arbeiða. Hetta eigur at ganga hond í hond. 


Aftur