Innrita
Tel 35 75 76

Ein viti innan pedagogiska heimin farin

Ein viti innan pedagogiska heimin farin

Skrivað hevur: Jógvan Philbrow   tann: 25.06.2017  

Sum formaður í Føroya Pedagogfelag vil eg her koma við nøkrum hugleiðingum um Rógva Thomsen.

Stórur var skelkurin, ið vit fingu 14. juni, tá ið vit frættu, at Rógvi var farin. Hendan morgunin hevði eg, saman við dagstovnaráðnum, avtalað fund við hann. Vit arbeiddu, saman við Rógva, við at fyrireika eina ráðstevnu, sum skuldi seta orð á føroysku námsfrøðina - ein uppgáva, sum Rógvi sá sum eitt av sínum hjartamálum.

Rógvi var lærari og cand.ped. og arbeiddi seinastu tíðina sum námsfrøðiligur ráðgevi. Hann var sera upptikin av at hjálpa okkara børnum og ungu, sum høvdu tað trupult í lívinum, og eitt annað hjartamál hjá honum var at steðga happing, og legði hann ikki fingrarnar ímillum at siga sína hjartans meining.

Rógvi fylgdi væl við, hvat fór fram innan gransking á námsfrøðiliga økinum. Við sínari stóru vitan innan fakið, hevur hann verið ein hollur stuðul hjá Føroya Pedagogfelag seinastu árini.

Hann gjørdi námsfrøðiligu vangamyndirnar, og var hann altíð fúsur at ráðgeva, tá ið álit skuldu skrivast. Eisini var hann sera góður at heita á, tá ið lógaruppskot/kunngerðir vóru til hoyringar.

Altíð var hann frammi við penninum, og bar síni altíð væl grundgivnu sjónarmið fram, tá ið námsfrøðin var til umrøðu. Hann helt nógvar fyrilestrar runt í landinum, og mong eru tey, ið arbeiða á okkara øki, sum hava vent sær til hansara og eru ríkaði við hansara vitan. 

Rógvi hevur í sínum virki, sum lærari á Læraraskúlanum, seinni Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum, verið við til at útbúgvað ein stóran part av námsfrøðingunum, ið nú virka innan námsfrøðiliga virkisøkið. Hann hevur verið ein virkin og íðin partur av teirra búning, og legði stóran dent á at menna námsfrøðiligu fatanina hjá tí einstaka lesandi.

Ikki minst havi eg sjálvur notið væl av hansara vitan og ágrýtni, bæði sum lesandi, í mínum yrki á dagstovni, sum nevndarlimur og eisini nú sum formaður.

Rógvi hevur nú lagt árarnar inn, men ringarnir í sjónum eftir honum fara framhaldandi at spreiða seg.

Ein stríðsmaður og ein fyrimynd á námsfrøðiliga økinum er farin, ikki bert hevði hann týdning fyri okkara fakøki, men fyri alt tað føroyska samfelagið. Stórur verður saknurin eftir honum.


Vegna Føroya Pedagogfelag

Jógvan Philbrow, formaður.


Aftur