Innrita
Tel 35 75 76

Fakfeløg í tøttum samskifti

Fakfeløg í tøttum samskifti


Nú samráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum eru byrjaðar, eru feløgini í Fakfelagssamstarvinum í tøttum samskifti hvørt við annað. Endamálið er at tryggja, at øll feløgini fáa sum mest burturúr, nú tað almenna hesaferð hevur samráðingar við fleiri fakfeløg um somu tíð.

Fakfelagssamstarvið er eitt samtak av seks fakfeløgum á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Fimm av hesum feløgum eru í hesum døgum farin til samráðingar við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið um nýggjar sáttmálar fyri teir, sum fara úr gildi 1. oktober.

Vanliga hava samráðingarnar við Starvsmannafelagið verið fyrst, og síðani eru hini feløgini komin aftaná.

Hesaferð hevur Fíggjarmálaráðið valt, at samráðast við fimm feløg um somu tíð, og eru hetta fimm av feløgunum í Fakfelagssamstarvinum: Lærarafelagið, Pedagogfelagið, Akademikarafelagið, Starvsmannafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Samráðast hvør fyri seg
Sum vanligt samráðast feløgini hvørt fyri seg. So hóast samráðingarnar ganga um somu tíð, so hava feløgini fyrireikað hvør síni krøv, og samráðast hvør sær.

Av tí, at samráðingar eru við fleiri feløg í senn, hava feløgini í Fakfelagssamstarvinum avgjørt, at kunna hvørt annað væl um gongdina í samráðingunum.

Feløgini í Fakfelagssamstarvinum standa saman. Vit hava øll áhuga í at fáa eitt so gott úrslit burturúr fyri okkara limir, sum gjørligt.

Hóast krøvini kunnu verða ymisk, so er tað týdningarmikið, at feløgini kenna støðuna hjá hvørjum øðrum, og vita hvussu leikur fer fram. Hetta so, at feløgini ikki seta fót fyri hvørjum øðrum í samráðingunum, men alla tíðina virka fyri felags áhugamálum hjá løntakarunum, so sum viðtøkurnar fyri Fakfelagssamstarvið siga.

Myndin: Forfólkini í teimum seks feløgunum, sum mynda Fakfelagssamstarvið, frá høgru: Súni Selfoss, Starvsmannafelagið, Herálvur Jacobsen, Lærarafelagið, Vigdis Johannesen, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Óluva í Gong, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Jógvan Philbrow, Pedagogfelagið og Suni Joensen úr Akademikarafelag Føroya

Aftur