Innrita
Tel 35 75 76

Fasti Gerðarrættur

Fasti Gerðarrættur

Skrivað hevur: Martin N. Simonsen   tann: 15.12.2017  

Føroya Pedagogfelag drigið í Fasta Gerðarrættin

Tað er ikki Føroya Pedagogfelag, sum setir lívið í vága hjá borgarunum í landinum, men arbeiðsgevarin, sum við ábyrgdini fyri teirra stovnum og starvskorum hjá starvsfólkum, ikki virðir støðuna á arbeiðsmarknaðinum!

Ístaðin fyri at føra samráðingar, og skjótast gjørligt fáa rætt lag í støðuna, so verður tíðin ístaðin brúkt uppá senda Føroya Pedagogfelag í Fasta Gerðarrætt, í eini roynd at drála málinum enn meira.

Kommunala Arbeiðsgeverafelagið hevur eisini alment úttalað seg um, at verkbannið varð sett í verk fyri skjótast gjørligt at fáa partarnar aftur til samráðingarborðið, men vísir nú ongan vilja til samráðingar.

Komið heldur til samráðingarborðið og føri veruligar samráðingar - veruligar samráðingar! - fyri ein starvsbólk, sum bæði Kristina Háfoss og Annika Olsen fleiri ferðirnar alment hava úttala seg um, er harðligani afturúrsigldur

Aftur