Innrita
Tel 35 75 76

Fimm námsfrøðingar bjóða seg fram til umboðsráðsvalið hjá LÍV

Fimm námsfrøðingar bjóða seg fram til umboðsráðsvalið hjá LÍV


Val til Umboðsráðið í Ognarfelagnum LÍV fer fram í døgunum 6. til 31. januar 2017.


Uppgávan hjá Umboðsráðnum er at taka avgerð á aðalfundinum, sum er ovasti myndugleiki  í Ognarfelagnum LÍV.

Veljast skulu 35 limir. 53 fólk bjóða seg fram, harav fimm eru limir í Føroya Pedagogfelag.

Føroya Pedagogfelag hevur alla sína eftirlønarskipan í LÍV, og meta vit tað verða týdningarmikið,  at felagið er væl umboðað í umboðsráðnum. Tó ikki tænastumenn. 

Vit fara tí at mæla limum okkara til at luttaka í valinum og stuðla hesum fimm limum felagsins til umboðaráðsvalið. 

Tey eru:

Nikkil Heinesen

Marjun J. Hentze

Ingun Vágsheyg Niclasen

Nancy F. Poulsen

Elin N. W. Tausen

Soleiðis velur tú

Á heimasíðuni hjá LÍV er greitt frá hvussu valt verður:

Tú hevur móttikið eitt bræv umvegis Posta við tali av atkvøðum og loyniorð at nýta í sambandi við atkvøðugreiðsluna.

Atkvøðast kann annaðhvørt

• við atkvøðuseðli umvegis Posta ella 

• elektroniskt umvegis heimasíðuna www.liv.fo

Hevur tú fleiri enn eina atkvøðu, kanst tú annaðhvørt seta allar atkvøðurnar á einstakt valevni, ella býta hesar millum fleiri valevnir.

Skuldi tað hent, at vit hava móttikið atkvøðuseðilin umvegis Posta og umvegis elektronisku skipanina, er tað atkvøðuseðilin umvegis Posta, sum er galdandi.

Aftur