Innrita
Tel 35 75 76

Hjálp til lívið

Hjálp til lívið


Hetta er yvirskiftin í sambandi við lívið hjá Sofíu Øregaard, sum hevur au- tismu og gongur í serflokkinum í miðnámskúlanum í Hoydølum. Sofía er glað fyri tilboðið, hon fekk um at ganga í serflokkinum, og fegnast um menningina, sum hon merkir hvønn dag.

Sofía Øregård er 24 ára gomul og hevur asperger syndrom. Hon hevur gingið í Fuglafjarðar skúla øll síni barnaár. Tá ið hon var liðug við fólkaskúlan, fór hon í Rásina, sum er eitt eftirskúlatilboð fyri ung. Rásin heldur til í Runavík. Í dag gongur hon í serflokkinum í Hoydølum og býr í einum skúlaheimi í Havn.

Hon byrjaði í serflokkinum í Hoy- dølum á sumri í 2015. Í flokkinum ganga 10 næmingar - 4 dreingir og 6 gentur. Tá ið hon byrjaði í flokkin- um, var hetta ein nýggjur heimur og nakrar heilt aðrar avbjóðingar fyri Sofíu. Hon hevði trupult við at byrja í nýggja flokkinum, tí fólkini kring hana høvdu torført við at skilja hana, og hon hevði torført við at skilja tey.

– Eg hevði tað sera torført við knappliga at sita still í 90 minuttir, og eg kláraði ikki ta broytingina. Í

eftirskúlanum var alt lagað eftir tí einstaka, men nú skal eg laga meg eftir fakunum í skúlanum. Tá kendi eg meg sera strongda, men við góðari hjálp frá lærarum og pedagogum kom eg á rættkjøl aftur. Eg minnist, at í fólkaskúlanum vóru ikki stórvegis krøv sett til mín, men nú er støðan ein heilt onnur, greiðir Sofía frá.

Umframt vanligu undirvísingina
í skúlanum hevur flokkurin eisini tilknýti til mentortoymið í Hoy- dølum, sum er umrøtt aðrastaðni her í blaðnum

Læri nógv av pedagogunum

Sofía sigur, at tímarnir saman við pedagogunum eru gevandi. Umframt ymiskt kropsligt virksemi verðatímarnir eisini brúktir til samtalur, har vit tosa um gerandisdagin og um møguligar avbjóðingar, sum standa fyri framman.

– Vit eru saman í 4 tímar um vikuna til ymisk ítriv, og harafturat hava vit samrøður um ymisk viður- skifti. Vit fara einaferð um vikuna oman í eitt fitnesshøli her í Havn, har vit gera ymiskar venjingar. Eg havi onkuntíð ringt við at koma úr nøkrum støðum í gerandisdegnum, og tá fái eg nøkur amboð frá pedagog- unum at arbeiða við. Hetta ger, at eg betur kann takla nakrar støður, sum eg kann koma í, sigur Sofía Øregaard

– Onkuntíð sakni eg, at náms- frøðingarnir eru við til ta vanligu undirvísingina. Tað kann koma fyri, at eg havi eg havt tað trupult við

onkrari lærugrein, og tað er ikki altíð, at eg tori at siga tað við læraran. Men hetta er nakað, sum eg tosi við peda- gogarnar um, tá ið vit hava samtalu, sigur Sofía

Undirvísingin snýr seg ikki bert um fak. Næmingarnir fáa eisini venj- ing í at duga at virka í einum sam- felag. Sofía sigur, at tey læra at fara í bankan, at tosa virðuliga, at standa í eini bíðirøð og onnur ting, sum man vanliga ikki gongur og hugsar um.

– Hetta er sera umráðandi at læra. Tað nyttar lítið at hava eina útbúgv- ing og samstundis ikki duga at bera seg at millum fólk, sigur Sofía. Men skúlatingini fylla nógv í tí dagliga, og havi eg sjáldan tíð at fara á matarstøð ella annað virksemi, greiðir Sofía frá.

Framtíðin

Sofía hugsar ikki so nógv um fram- tíðina. Hon ynskir sær tó at fáa eitt miðnámskúlaprógv, og so ætlar
hon sær at arbeiða við børnum ella fólkum, ið bera brek. Hon hevur
ein dreym um at fara á eitt barna- heim í Ruslandi at arbeiða einaferð í framtíðini .

– Eg havi verið í starvsvenjing á bæði barnagarði og vøggustovu, og tað dámdi mær sera væl. Eg havi somuleiðis sett mær fyri at fara á eitt barnaheim í Ruslandi at arbeiða. Eg taki so hjartaliga synd í hesum børnunum, sum veruliga hava brúk fyri umsorgan og kærleika, sigur Sofía Øregaard at enda í samrøðu við Pedagogblaðið.

Les alt pedagogblaðið her!

Aftur