Innrita
Tel 35 75 76

Hugburður og atferð

Hugburður og atferð

Skrivað hevur: Martin N. Simonsen   tann: 03.10.2017  

"Hugburður og atferð"-skeiðið 20. septembur, sum Pedagogfelagið fekk Lions Quest í Føroyum at skipa fyri, gav námsfrøðingum í frítíðarskúlum, virkishúsum, klubbum og fólkaskúlum høvi til at menna sær amboð at menna sosialu førleikarnar hjá børnunum tey arbeiða við, og í sama viðfangi at varpa ljós á etisk virði.

Skeiðið var hildið í hølunum hjá Føroya Arbeiðarafelag á Tjarnadeild í Tórshavn, við danska skeiðshaldaranum Dorte Kock Ahrenkiel, sum er útbúgvin Lions Quest vegleiðari í "Hugburði og atferð". 

Skeiðstilfarið var føroyskt, og skeiðið var skipað við framløgum, venjingum og kjaki. 

Dorte sjálv vónar, at praktiski leisturin skeiðið er snikkað saman eftir, gevur skeiðsluttakarunum dirvi til skjótt at seta lærdu amboðini í verk, í teirra dagliga starvið.

Dorte dámdi sera væl at halda skeið fyri føroyingum

Hon var bergtikin av jaliga andanum og opinleikanum hjá skeiðsluttakarunum, at síggja møguleikarnar í amboðunum, og fegnaðist eisini um at sleppa at arbeiða við námsfrøðingum, tí sjálvt innihaldið í skeiðnum snúði seg um júst teirra spíssførleikar.

- Skeiðið er ordliga niðri á jørðini. Ístaðin fyri bara at sita og lurta, so eru vit allatíð virkin. Tað dámar okkum væl. Vit síggja eisini longu nógv ymiskt, sum vit kunnu brúka í dagligdegnum, sigur Beinta Klakstein, skeiðsluttakari.

- Tilfar og skeið um børn í frítíðarskúlaaldri hanga ikki á trøunum í Føroyum, so hetta er sera kærkomið. Og innihaldið - sosialir førleikar - er eisini uppi í tíðini í løtuni, tí børn eru so upptikin og mangla tíð til at verða nærverandi. Tey skulu allatíðina okkurt, ella taka støðu til okkurt, ístaðin fyri bara "vera".

Og har er hetta quick-model skeiðið ordliga spennandi til at menna førleikar innan nærveru, sigur Beinta víðari.

Beinta Klakstein var ein av luttakaranum á skeiðnum

Marni Abrahamsen, fyriskipari vegna Lions, er eisini sera væl nøgdur við skeiðið.

- vit meta okkum hava sera viðkomandi skeiðstilfar til hendan málbólkin, sum arbeiða við børnum og ungum. Skeiðshaldarin er væl valideraður í Danmark, og er væl fyri fakligani at halda sjálvt skeiðið. Ynski hjá okkum er, at vit í framtíðini eisini kunnu hava ein føroyskan skeiðshaldara, so tað verður enn meira viðkomandi, tí alt tilfarið er jú longu umsett til føroyskt.   

oyuoiuyoiyuoyoiuyoiyioyuoiuyoSkeiðið var hildið í hølunum hjá Føroya Arbeiðarafelag á Tjarnadeild í Tórshavn, við danska skeiðshaldaranum Dorte Kock Ahrenkiel, sum er útbúgving Lions Quest vegleiðari í "Hugburði og atferð". 

Skeiðstilfarið var føroyskt, og skeiðið var bygt upp við framløgum, venjingum og kjaki. 

Dorte sjálv vónar, at praktiski hátturin, sum skeiðið er snikkað saman eftir, gevur skeiðsluttakarunum dirvi til skjótt at seta lærdu amboðini í verk í teirra dagliga starvið. 

Hon var bergtikin av jaliga andanum og opinleikanum hjá skeiðsluttakarunum at síggja møguleikarnar í amboðunum, og fegnaðist eisini um at sleppa at arbeiða við námsfrøðingum, tí sjálvt innihaldið í skeiðnum snúgvar seg um júst teirra spíssførleikar.

- Skeiðið er ordliga niðri á jørðini. Ístaðin fyri bara at sita og lurta, so eru vit virkin allatíð. Tað dámar okkum væl. Vit síggja eisini longu nógv ymiskt, sum vit kunnu brúka í dagligdegnum, sigur Beinta Klakstein, skeiðsluttakari. 

Tilfar og skeið um børn í frítíðarskúlaaldri hanga ikki á trøunum í Føroyum, so hetta er sera kærkomið. Og innihaldið - sosialir førleikar - er eisini uppi í tíðini í løtuni, tí børn eru so upptikin og mangla tíð til at verða nærverandi. Tey skulu allatíðina okkurt, ella taka støðu til okkurt, ístaðin fyri bara "vera". 

Og har er hetta quick-model skeiðið ordliga spennandi til at menna førleikar innan nærveru, sigur Beinta víðari.
  
Marni Abrahamsen, fyriskipari vegna Lions, er eisini sera væl nøgdur við skeiðið. 

- vit meta okkum hava sera viðkomandi skeiðstilfar til hendan málbólkin, sum umgangast børn og ung. Skeiðið er eitt gott amboð í samband við at arbeiða við børnum og ungum. Skeiðshaldarin er væl valideraður í Danmark, og er væl fyri fakligani at halda skeiðið. Ynski hjá okkum er, at vit í framtíðini eisini kunnu hava ein føroyskan skeiðshaldara, so tað verður enn meira viðkomandi, tí alt tilfarið er jú longu umsett til føroyskt.

Í samband við "Hugburður og atferð"-skeið 20. septembur, sum Pedagogfelagið hevur fingið Lions Quest í Føroyum at skipa fyri til námsfrøðingar í frítíðarskúlum, virkishúsum, klubbum og fólkaskúlum, fingu námsfrøðingarnir høvi til at menna sær amboð at menna sosialu førleikarnar hjá børnunum tey arbeiða við, og í sama viðfangi at varpa ljós á etisk virði. 

Skeiðið var hildið í hølunum hjá Føroya Arbeiðarafelag á Tjarnadeild í Tórshavn, við danska skeiðshaldaranum Dorte Kock Ahrenkiel, sum er útbúgving Lions Quest vegleiðari í "Hugburði og atferð". 

Aftur