Innrita
Tel 35 75 76

Ja, sjálvandi er man stoltur av at vera pedagogur.

X

Ja, sjálvandi er man stoltur av at vera pedagogur.

Skrivað hevur: Føroya Pedagogfelag   tann: 30.05.2017  
Tíðindi

Vit hava jú heimsins týdningarmesta starv. Ein íløga í pedagogin er ein íløga í okkara dýrasta tilfeingi.

Nú, Jóhan Eli L. Poulsen, skipari á Stelki, sigur soleiðis: ”Fyrr reypaði man av at vera sjómaður. Um onkur spurdi, hvat man gjørdi, var man stoltur av at siga tað. Nú, tá onkur spyr meg, hvat eg geri, so sigi eg bara, at eg eri pedagog”. 

Kenni eg meg noyddan at koma við einari viðmerking. Tað ber kanska til at samanbera pedagogyrkið við sjómansyrkið í dagsins samfelag. Tó at stórur munur er á inntøkuni, so er tað er nokk næstan líka ógjørligt at sleppa inn á Fróðskaparsetrið at lesa til pedagog, sum tað er at fáa fiskiveiðuloyvi undir verandi skipan.

Fyri at vera pedagogur er neyðugt at ganga á Fróðskaparsetrinum í fýra ár. Holl, faklig vitan krevst, og ein og hvør kann ikki gerast pedagogur. Pedagogurin arbeiðir við at tryggja komandi ættarliðum, børnunum, eina góða framtíð. Pedagogurin arbeiðir við okkara dýrasta tilfeingi: børnunum. So sjálvandi eru vit stolt av at vera pedagogar, tað sigur seg sjálvt.

Vit hava jú heimsins týdningarmesta starv. Ein íløga í pedagogin er ein íløga í okkara dýrasta tilfeingi.

Aftur