Innrita
Tel 35 75 76

Jólagava til limirnar

Jólagava til limirnar

Skrivað hevur: Martin N. Simonsen   tann: 19.12.2017  

​Jólagáva frá Føroya Pedagogfelag til verkfalls- og verkbannsraktir limir sínar.



Av tí, at vit ikki fáa uppgjørt endaligu fíggjarligu avleiðingarnar av verkfallinum og verkbanninum, fyrr enn tað er enda, og vit hava skilt, at summi tykkara longu er trekt í løn, veita vit hervið møguleikan fyri, at fáa eina jólagávu frá Føroya Pedagogfelag. 

Gávan er eitt gávukort á kr 1000 frá einum matvøruhandli hjá Føroya Keypsamtøku.

Treytin er, at tú kann vísa á, at tú er trektur í løn fyri desembur mánaða. 

Tey, ið ynskja sær hesa gávu, skulu senda okkum ein teldupost á: pedagog@pedagogfelag.fo. 

Upplýsi:

Navn
Føðingardagur
Telefonnummar
hvørjum FK-handli gávubrævið ynskist til

…í seinast lagi mikudagin 20 desember kl 15.00.

Umbønir verða handfarnar í trúnaði.

Aftur