Innrita
Tel 35 75 76

Anniku Olsen trekti námsfrøðingum og hjálparfólkum í løn í desembur

Anniku Olsen trekti námsfrøðingum og hjálparfólkum í løn í desembur

Skrivað hevur: Jógvan Philbrow   tann: 20.12.2017  

Hóast Annika Olsen alment segði, at hon við verkbanni vildi trýsta Føroya Pedagogfelag aftur til samráðingarborðið, so hevði hon avgjørt at stórur partur av dagstovnaøkinum ikki skuldi fáa útgoldið løn restina av jólamánaðinum.

Harvið hevði hon longu avgjørt, at verkbannið skuldi halda fram til í minsta lagi januar.

Eftir samfelagsligum trýsti tók hon hetta aftur, men tvíheldur at tað er pedagofelagið, sum hevur ábyrgdina, hóast hon fullvæl veit, at tað er umsitingarliga er ógjørligt hjá einum fakfelagið leypandi at gjalda løn til sínar limir í verkbanni, uppá so stutta freist.

Siðvenja er, at avroknað verður partana millum aftaná.  

Hvar er uppskotið til ein betri løn til námsfrøðingar, sum: "fyri eina 4 ára langa útbúgving er løn teirra beinleiðis niðurgerandi" - sum Annika Olsen orðaði seg í valfundi í Miðlahúsinum.

Hvar eru íløgurnar í kvinnurnar, og fólkið, ið býr her á landi.

Ímeðan lands- og kommunukassar eru um at bresta í meirinntøkum, og politikarar klappa hvørjum øðrum á ryggin fyri størstu íløgum landsins nakrantíð, so sita tey lágløntu og venda krónunum.

Ístaðin fyri at finna eina loysn við samráðingarborðið, so roynir Annika Olsen alment ikki kennast við Føroya Pedagogfelag, ímeðan hon handan leiktjøldini trýstir og hóttir felagið, og limir tess, við óhoyrdum stigum í samband við lønarsamráðingarnar.

Hon tveitir um seg við tølum uttan hald í veruleikanum. Kommunala arbeiðsgevarafelag skal til dømis ikki fyrihalda seg til 26 fakfeløg og "hundratals milliónir av meirútreiðslum", men einans sáttmálar við 9 fakfeløg.

Tú kann ikki trýsta limirnar í Føroya Pedagogfelag, Annika.

Aftur