Innrita
Tel 35 75 76

Kritikkur er alneyðugur

X

Kritikkur er alneyðugur

Skrivað hevur: Føroya Pedagogfelag   tann: 30.05.2017  
Tíðindi

Samfelagið hevur brúk fyri kritiskum røddum. Tær vísa á møguligar trupulleikar og her í norðurlondum hava vit dugað væl at útpeika trupulleikarnar og síðan rætta teir. Betur enn nógvar aðrar tjóðir, sigur Ramus Willig, sosiologur

Aftaná ein rættiliga drúgvan, men sera áhugaverdan fyrilestur um, hvussu almenn arbeiðspláss hava broytt seg seinastu árini, setast vit báðir, Rasmus, í forhøllini á Hotel Føroyum at fáa eitt prát um evnið, sum hevur upptikið sosiologin og granskaran í nógv ár.

Í sjey ár áðrenn nýggjasta bókin, “Afvæbnet kritik”, kom út, hevur hann granskað í evninum, fyrst og fremst tí tað upptekur hann, at eisini norðurlendsku samfeløgini – ella í øllum førum tað danska – eisini er farið inn á neoliberalistisku kósina, har man antin er fyri ella ímóti.

Granskingin hjá honum vísir sum sagt, at eisini á almennum arbeiðsplássum verður kritikkur í dag sópaður av borðinum ístaðin fyri at vera brúktur konstruktivt.

Sambært granskaranum er hetta eitt úrslit av einum neoliberalistiskum ráki, sum hevur gjøgnumsúrgað alla skipanina. Alt skal í dag vera so effektivt, men man gloymir at hugsa um starvsfólkini – og ikki minst sum tænastuna, sum starvsfólkini skulu veita undir alsmant trengri korum.

- Og tá starvsfólk so siga frá, verður í nógvum førum lagt eftir starvsfólkunum sjálvum heldur enn at taka kritikkin seriøst. Tað vil siga, at pílarnir vera vendir móti starvsfólkunum sjálvum, við nógvum ymiskum grundgevingum. Tíverri eisini persónligum viðmerkingum, greiðir Rasmus Willig frá.

Úrslitið er, at starvsfólkini velja at tiga heldur enn at tala at, tí tey eru ikki áhugað í at vera hongd út.

- Men tað er bara tann eini parturin. Ein annar er, at leiðslan fær rætt til at definera, hvat er kritikkur og hvat er brokk, sigur Rasmus Willig.

Men kann tað ikki eisini vera talan um fólk sum bara grenja?

- Sjálvandi finnast tey, men tað er ikki tað sum mín gransking snýr seg um. Her tosa vit um viðmerkingar, sum starvsfólk hava givið, tá tað sansar at. Millum annað tí tað ikki eru nóg nógv starvsfólk á einum arbeiðsplássi. Við tí úrsliti, at tænastan, sum arbeiðsplássið veitur, verður ov vánalig. Tað er ikki brokk, men heimilaður kritikkur, men tað verður næstan javnsett, tí talar tú at, verður tað í nógvum førum mett sum tú ert ímóti tínum arbeiðsplássi, sigur Rasmus Willig.

Trupulleikin liggur ofta hjá leiðsluni, sum eisini er undir trýsti. Hon skilir ikki hvat tað er sum verður sagt ella skúgvar trupulleikarnar frá sær, vísir hann á.

- Úrslitið er, at starvsfólkini leggja bond á seg sjálvan og tiga, og tað er fyri tað fyrsta ikki nøktandi. Eg ivist eisini í, um tað ikki er brot á partin í grundlógini um sensur, sigur hann.

Rasmus Willig dylir ikki fyri, at hann ikki fjeppast uppi í neoliberalismuni. Hann er sannførdur um, at hon hevur skaðiliga ávirkan á samfelag okkara, tí alt skal gerast upp sum ein kapping. Eisini í almennum høpi. Klárar tað almenna ikki at reka eina tænastu nóg bíliga, so kann hon heldur einskiljast ístaðin.

- Men er tað haldbært? Fólk vera stressað, tí tey javnt og samt eru undir økjandi trýsti, tí man skal fáa sum mest burtur úr hvørjari krónu. Harvið havi eg ikki sagt, at man skal oyðsla við pengunum, men eftir mínum tykki eiga vit at syrgja fyri at fáa ein burðarføran stat, har endamálið er, at vit øll hava tað gott. Har eru vit ikki nú, sigur Rasmus Willig, sum tí mælir til broytingar.

Skjótt.

- Tað er upp til okkum at krevja tær broytingarnar, og tað inniber millum annað, at vit framhaldandi mugu tala at og koma við kritikki móti teimum skipanum, sum vit eru partur av, sigur hann. 

Aftur