Innrita
Tel 35 75 76

Lønarnevnd í eygsjón

Lønarnevnd í eygsjón


Týsdagin 12. desember 2016, var annar fundur við arbeiðsgevaran og flest fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðin, har arbeiði við at gera eina almenna lønarskipan var sett í gongd.

Hetta er partur av semjuni, ið var gjørd við Føroya Pedagogfelag, 16. januar í ár, ið ljóðaði soleiðis:

“Í sáttmálaskeiðinum verður sett nevnd at kanna almenna lønarlagið bæði sum heild, og hjá einstøkum starvsbólkum.

Nevndin skal lýsa møguleikar fyri at skipa eina felags lønarskipan innan tað almenna. 

Nevndin skal eisini kanna, um sáttmálarnir og avtalurnar tað almenna hevur við fakfeløg, skapa hóskandi karmar fyri at kunna broyta og endurnýggja almenna gerian, soleiðis at hann skinsamast kann røkka sínum endamálum.

Á vári 2016 verður skipað fyri verkstovu fyri almennar arbeiðsgevarar og fakfeløg, har viðgjørdur verður spurningurin um, hvussu nevndin skal vera skipað og hvør arbeiðssetningurin skal vera.”

Pedagogfelagið metir hetta vera ein týðandi liður í at fáa betri og meira tíðarhóskandi lønarviðurskifti á námsfrøðiliga arbeiðsøkinum.

Aftur