Innrita
Tel 35 75 76

Mótmæli

X

Mótmæli


Føroya Lærarafelag og Føroya Pedagogfelag mótmæla harðliga, at Jørgin Niclasen leggur seg út í sáttmálaviðurskiftini hjá lærarum og pedagogum.

Jørgen Niclasen hevur lagt uppskot fram í løgtinginum um, at fráfaringaraldurin hjá tænastumonnum skal broytast frá 67 ár til 70 ár. Hetta er beinleiðis uppílegging í avtalurættin hjá Føroya Lærarafelag og Føroya Pedagogfelag. Sambært § 26 í løgtingslóg um tænastumenn er fráfaringaraldurin hjá tænastumonnum ásettur sambært semju millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum og Fíggjarmálaráðið. Tað er tí beinleiðis brot á lógarásetta rættin hjá feløgunum, tá Jørgin Niclasen nú leggur uppskot fyri løgtingið um at broyta fráfaringaraldurin.

Feløgini kunnu als ikki góðtaka hesa framferðina. Jørgin Niclasen eigur at virða samráðingarrættin hjá feløgunum og taka uppskotið aftur sum skjótast ella eigur umsitingin í løgtinginum at vísa uppskotinum frá sær.


Føroya Pedagogfelag                                        Føroya Lærarafelag


Jógvan Philbrow, formaður                                Herálvur Jacobsen, formaður

Aftur