Innrita
Tel 35 75 76

Nevndin í Føroya Pedagogfelag hevur skipað seg

Nevndin í Føroya Pedagogfelag hevur skipað seg

Skrivað hevur: Martin N. Simonsen   tann: 15.03.2018  

Lógir felagsins áseta, at nevndin skal skipa seg á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin.


Formaðurin er valdur beinleiðis av aðalfundinum. Á aðalfundinum 3. mars var Jógvan Philbrow afturvaldur sum formadur í 3 ár uttan mótvalevni. Nikkil Heinesen varð eisini afturvaldur sum nevndarlimur, ímeðan Gunnvá Akraberg Hansen er nývald í nevndina.

Nevndin í Føroya Pedagogfelagid hevur skipa seg soleiðis:

Jógvan Philbrow, formaður
Elin N. W. Tausen, næstforkvinna.
Nikkil Heinesen, skrivari.
Halgerð Jacobsen, orðstýrari.
Gunnvá Akraberg Hansen, nevndarlimur
Tordis Streymoy, 1. tiltakslimur
Valborg Hammer, 2. tiltakslimur
Annilisa Davidsen, 3. tiltakslimur


Nevndin hevur eisini avgjørt, at Elin skal umboða nevndina í A&U-grunninum og at Nikkil skal umboða felagið í NLS-sektorfundunum.

Aftur