Innrita
Tel 35 75 76

Nú Annika heitur á Heðin...

Nú Annika heitur á Heðin...

Skrivað hevur: Martin N. Simonsen   tann: 10.01.2018  

Statt saman við okkum í samráðingunum, Annika!

Tað er harmiligt at síggja, Annika Olsen, formaður í KAF, hugsavnar seg um innkomuvegir, heldur enn standa vid
síni lyfti og ikki bakkar limunum hjá Føroya Pedagogfelag upp í sambandi við lønarsamráðingar, nú verkfall og
verkbann er lýst hjá limunum í Føroya Pedagogfelag.

Annika Olsen, ið er fólkavald í Tórshavnar Býráð og eisini borgarstjóri, hon átti at barst fyri arbeiðsumstøðurnar
hjá sínum starvsfólkunum, og tryggja sær at neyðugu pengar eru settir av á fíggjarætlanini.

Talan er IKKI um 45 milliónir, sum Tórshavnar Kommuna hevur sett av til innkomuvegin - nei, so langt frá!

Men ístaðin fyri at royna eina virðiliga semju, so velur Annika, sum formaður í KAF, at áleggja kommunurnar at
trekkja øllum starvsfólkunum í løn beint áðrenn jól!

Hetta er forkastiligt!

Okkara áheitan til Anniku Olsen skal tí vera, far væl um tíni starvsfólk, heldur enn at arbeiða ímóti!

Nógv av tínum starvsfólkum hava víst tær og samgonguni álit, vid at trúgva tínum lyftum, so:

- Statt við tíni lyftir í um hægri løn til okkara limir
- Statt við tíni úttalilsir um at lønin hjá námsfrøðingum er beinleiðis niðurgerandi!
- Statt við tíni lyftir sum eru niðurfeld í samgonguskjalinum, um at starvsfólk á dagstovnum skulu hava virðiligar umstøður!

Dagstovnaráðið

Aftur