Innrita
Tel 35 75 76

Ólavsøkudagar og feria

X

Ólavsøkudagar og feria

Skrivað hevur: Jógvan Philbrow   tann: 22.06.2017  

Hetta hevur tú rætt til hesa Ólavsøkuna.

Góðu limir, sambært sáttmálanum, er Ólavsøkuaftan frídagur eftir klokkan 12.00 og Ólavsøkudagur er heilur frídagur. 

Í ár (2017), fellur Ólavsøkan á ein  fríggjadag og ein leygardag, hetta merkir í praksis at tey sum eru í feriu um Ólavsøkuna eiga at fáa endurgoldið 1½ feriudag um hann ikki longu er roknaður í feriuna.

Um serstakir frídagar, s.s. ólavsøkuaftan og ólavsøkudagur liggja í summarfrítíðini, eigur løntakari hesar dagar afturat frítíðini. 
Tó er hetta ikki galdandi um ein serstakur frídagur fellur á ein sunnudag.

Sáttmálin sigur:
“Umframt sunnu- og halgidagar eru at rokna sum serstakir frídagar: Jólaaftan, nýggjársaftan, flaggdagur, ólavsøkudagur, páskaaftan, hvítusunnuaftan, grundlógardagur eftir kl. 12.00 og ólavsøkuaftan eftir kl. 12.00.” 

Aftur