Innrita
Tel 35 75 76

Ongantíð fyrr hava fólk verið trekt í løn innan verkfall er av

Ongantíð fyrr hava fólk verið trekt í løn innan verkfall er av

Skrivað hevur: Martin N. Simonsen   tann: 21.12.2017  

Nógv skal man hoyra innan oyruni detta av verður sagt

Og soleiðis havi eg tað, nú eg hoyrdi í útvarpinum at borgarstjórin í Tórshavnar kommunu vísir seg at vera so stórsinnað, at lønin til hennara starvsfólk í kommununi kortini fáa løn, hóast tey eru rakt av verkbanni.

Eg havi ongantíð fyrr hoyrt um at fólk verða trekt innan eitt verkbann ella verkfall er av. Siðvenja hevur verið at tað verður uppgjørt eftir at stríðið er av.

Og sum eg eisini hoyrdi, so blivu starvsfólk trekt árið út - eg meini so við - tað er bert 20 desember í dag.

Eg hoyrdi at spurt var fleiri ferðir í útvarpinum um ætlanin var at lata verkbannið verða mánaðin út, men einki svar kom.

Er tað veruligani so galið at tað longu er ætlað?

Eg eri fullvæl greið yvir at starvsfólkini við hesum verkbanni eru søgd úr starvi, men eg loyvi mær at trúgva, at ætlanin kortini er at varveita øll hesi starvsfólk á øllum stovnunum í Tórshavnar kommunu, eftir at stríðið er av.

Nógv verður tosað um, at stovnar steingja millum jól og nýggjár. Hesir dagar verða sjálvandi goymdir, og hildnar eina aðru ferð, ella útgoldnar, men her hugsi eg um foreldur. So nógv foreldur hava trupult at fáa síni børn ansaði, og tískil ikki eru til arbeiðis.

Eg veit eisini um foreldur, sum av somu orsøk skulu arbeiða millum jól og nýggjár, hóast tey ætlaðu sær at halda frí, so foreldur eru nógv sperd, og skulu eisini hugsa um ansing av børnum.

Ja, jólini fara at gerast trupul og strævin, um hetta fer at verða tað stóra kjakið í jólaferiuna.

Eg hugsi eisini um allar hesar hugnaligu løturnar, sum børnini í løtuni missa í sínum dagligdegi. Eg hugsi eisini um øll tey sum búgva og sum arbeiða á landsins stovnum. Hvat verður av teirra hugnaligu høgtíð, um ikki allir partar sessast við samráðingarborðið, og fáa gjørt eina veruliga góða semju, sum partarnir kunnu vera glað og stolt yvir.

Eg øtist yvir henda harðleika sum fer fram í løtuni. Við ynski um at semjan skjótt kemur í lag og fer at geva okkum øll jólagleði og jólafrið.

Aftur