Innrita
Tel 35 75 76

Rundferð at spyrja

X

Rundferð at spyrja

Skrivað hevur: Føroya Pedagogfelag   tann: 30.05.2017  
Tíðindi

Vælkomin á kjakkafé

Í næstum kemur “Okkara Dagstovnaráð”, umframt Jógvan Philbrow og Rógvi Thomsen á vitjan nær við hjá tær.

Vit eru í ferð við at skipað eina ráðstevnu um dagstovnanámsfrøði við heitinum “Føroysk námsfrøði í heimsflokki”.

Í tí sambandið bjóða vit okkara limum, serliga á dagstovnaøkinum, runt um í landinum at kjakast um hetta evni. Hetta soleiðis at vit kunnu vera betur klødd, at taka uppgávuna á okkum at lýsa hetta fyri politikkarum, kommunalum umsitingum og onnur ið hava ávirkan á dagstovnalívið.

Vit vera í Klaksvík, Snjallabjalla, hóskvøldið 4. mai, frá klokkan 19 til 21.
Vit vera í Vágunum, Miðgarði, hóskvøldið 18. mai, frá klokkan 19 til 21.
Vit vera í Suðuroy, týskvøldið 23. mai, tíð og stað er ikki enn greitt.
Vit vera á Námsvísindadeildina í Tórshavn, stovu 55, klokkan 13.30 til 14.30. Fleiri vitjanir verða møguliga settar á skrá seinni.

Vit hava fyrireikað nakrar spurningar, ið kunnu nýtast sum íblástur. 

Aftur