Innrita
Tel 35 75 76

Rundferð: Skálafjørðurin

Rundferð: Skálafjørðurin

Skrivað hevur: Martin N. Simonsen   tann: 18.11.2017  

Skálafjørðurin hevur eina langa røð av góðum og nýggjum tilboðum á námsfrøðiliga økinum. Nevndin vitjar nøkur teirra, og fekk innlit í áhugaverdu tilgongdina til námsfrøðina, sum stovnarnir høvdu. ​

Í illfýsna veðrinum var túrurin hesaferð komin til at vitja stovnar við Skálafjørðin, har leiðin hjá nevndini var løgd framvið Strendur, Toftir, Runavík, Skála, Saltangará og Rituvík.

Í barnagarðinum á Svangaskarði er nýligani bygt út, so tað nú kunnu húsast 130 børn har, sum tey umleið 30 starvsfólkini eru um. Stovnurin er ein av teimum størstu í Føroyum, og hann rúmar øllum børnini í kommununi.

Barnagarðurin hevur ítrott og rørslu sum gjøgnumgangandi høvuðsevni, og tað sæst aftur í mesta virkseminum. Einaferð um árið hava tey “hjóldag”, har øll børnini kunnu taka okkurt við hjólum tey hava atgongd til, við í barnagarð, og so verður koyrt runt á rennibreytini allan dagin. Eisini hava tey fingið spælipláss á sjálvari rennibreytini, og nýta annars økið um dagarnar, áðrenn ítrottarfólkini koma á banan. Treytað av veðrinum sjálvandi.

Barnagarðurin hevur eisini gott samstarv við fólkaskúlan, har bæði lærarar á skúlanum og námsfrøðingar á stovninum, í felag, eru við til at gera skifti millum barnagarð og skúla hjá síðsta-árs børnunum so lætt sum gjørligt. Lærararnir koma niðan í barnagarðin at verða saman við børnunum, og námsfrøðingarnir koma við børnunum oman í skúlan fyrstu tíðina.

Mýrisóljan
Í Mýrisóljuni, dag- og umlættingarstovnurin á Gerðisvegi 5 í Runavík, eru tey 10-12 starvsfólkini og avloysarar um teir 35-40 brúkararnar á stovninum, sum bæði eru til umlætting, og nýta dagtilboðið, sum stovnurin bjóðar. Ljósu opnu hølini eru væl útgjørd, egna seg sera væl til endamálið, og gleðiligu boðini frá familjunum eru, at dagtilboðið hevur verið viðvirkandi til betri familjulív hjá fjølbrekaðu brúkarunum og teirra avvarandu.

Rásin: “fødd perfekt - akkurát sum tey eru”
Á Rásini í Saltangará, eftirskúlin til ung við menningartarni, við umleið 10-15 árum á baki, starvast eldsálir við menning til víðari skúla ella arbeiðslív hjá teimum 7 fastbúgvandi á stovninum. Miðalaldurin á teimum er umleið 19 ár. Fyrr var møguligt at verða á Rásini í 3 ár. Nú er tað stytt til 2 ár. Hóast tað, so megna tey 7 starvsfólkini at fáa góð úrslit við næmingunum. Dømir eru um, at óvirkin og avbyrgd ung eru komin inn á skúlan, sum í dag bæði hava fingið koyrikort og 40 tímar fast starv í vinnulívinum í nærøkinum.

Skúlagongd er til kl. 14.30 hvønn dag, har ymsar breytir eru grundarlag fyri undirvísingina, sum t.d. køks- ella teldubreyt. Síðani kunnu tey fara til ítriv, fara í hitapottin uttanfyri, brúka felagsøkini til ymiskt ella verða á kømrunum. FIFA á playstation er væl umtókt frítíðarítriv í løtuni – bæði hjá dreingum, gentum og starvsfólkum. Hvønn fríggjadag gera tey ungu reint saman við starvsfólkunum. Alt er ein liður í at menna teirra førleikar til eitt sjálvstøðugt lív í samfelagnum.

Ynski frá teimum í Rásini er, at næmingarnir verða betri loftaðir, tá teir koma út úr skúlanum, so tað verður bygt víðari uppá tað teir hava ment seg á Rásini. Og tað skal nokk eydnast at fáa í lag komandi árini.

Jólasøla
Í Verkhúsinum Stíggjur gera tey klárt til jólasøluna, sum er í dag, leygardagin 18. novembur. Tey umleið 30 búfólkini eru øll heima hjá familju og avvarandi, so tey 7 starvsfólkini gera einsamøll klárt á stovninum hendan dagin nevndin vitjar. Lagið er gott, og nógvu framleiddu lutirnir verða settir pent fram. Stovnurin er rúmligur, hevur høgt til loftið, og hevur fleiri góð høli at húsa ymiskum virksemi hjá búfólkunum. 

Vitjanin endaði við kaffimunni uppi í Bólinum, dagtilhaldið fyri fimm ungar mans við autismu, sum er knýtt at Stíggjum. Prátið um borðið gekk millum annað um hvussu nøgdsemi, við at síggja menningina í tí smáa hjá búfólkinum, er ein av mest spennandi fakligu avbjóðingunum. 

á Mýrunum
í barnagarinum á Mýrunum eru 6 stovur til børn í aldrinum 0 til 6 ár. Til tey 94 børnini eru umleið 30-35 starvsfólk, sum brúka ymisk námsfrøðilig amboð til at tryggja børnunum eina góða tíð á stovninum. Ein menningarætlan er til stovnin har millum annað kann nevnast, at til tey tvey ára gomlu verður Beyley motorisk kanning gjørd, og tá tey eru 4 verður Movement ABC 2 kanning gjørd.

Jastrid Weihe, leiðari fyri stovnin, greiðir eisini frá ymsum øðrum virksemi, sum til dømis, at seinnu árini hevur verið roynt at brotið niður mørkini millum fakbólkarnar og stovur á stovninum, í eini roynd at skapa størri opinleika. Fingið í lag samstarv, ístaðin fyri mótstarv, sum hon skemtiligani orðaði tað.    

Vøggustovur, barnagarðar og frítíðarskúlar i økinum
Kring skálafjørðin eru eisini fleiri onnur vælvirkandi tilboð til børn, har námsfrøðiliga fakið fær møguleika at blomstra. 

Í frítíðarskúlanum í Rituvík er visjónin tann, at ístaðin fyri at deila børnini upp eftir aldri, so royna tey heldur at deila eftir virksemisøkjum, har børnini ístaðin finna saman uppá tvørs av áhugum, heldur enn aldri.

Skúlin varð gjørdur um til frítíðarskúla, tí hann í forvegin húsaði 6-ára gomlum. Valt var at víðka um virksemið, so eisini tey 7 og 8 ára gomlu kundu koma frá Glyvra skúla til Rituvíkar í frítíðarskúla. Tilsamans eru 84 børn og 13 starvsfólk. Trý av teimum eru námsfrøðingar, íroknað leiðaran. Børnini fáa mat frá skúlanum, ístaðin fyri at hava tveir matpakkar við í skúla.  

Frítíðarskúlin er gamli fólkaskúlin í Rituvík, og umstøðurnar eru rættuliga góðar, við millum øðrum einari rúmligari fimleikahøll og stórum útiumráði at spæla í. Nógv verður eisini gjørt burturúr at tryggja, at hendan tíðin er frítíðin hjá børnunum, so tey veruliga kunnu hugsavna seg um teirra áhugar. 

Á Strondum hava tey ein stóran stovn. Garðurin uttanfyri er væl bygdur - í samstarvið við foreldrini í økinum - har tey hava eina rúgvu av møguleikum fyri rørslu-spølum, men Lítlifløttur er longu við at verða ov lítil vegna stóra tilflyting í økinum.

Sellin á Skála er somuleiðis vælvirkandi stovnur, og lutfalsliga nýggjur frá 2010. Stovnurin rúmar 60 børnum. Tvær barnagarðsstovur og tvær vøggustovu. Blíði leiðarin vísti runt á stovninum, og greiddi frá virkseminum, har tey í løtuni millum annað arbeiði við ævintýr sum evni, so tað bæði verða lisin, teknaði og málaði ævintýr í langum banum!

Nevndin var væl nøgd við vitjaninar, og sera væl nøgd við móttøkuna á teimum ymsu stovnunum. Næstu ferð verða fleiri stovnar í Tórshavn vitjaðir.    
    
Aftur