Innrita
Tel 35 75 76

Samfelagnum tørvar námsfrøðingar

X

Samfelagnum tørvar námsfrøðingar

Skrivað hevur: Føroya Pedagogfelag   tann: 21.03.2017  

Tað krevur vitan og samstarv við foreldur.

Í hesum døgum, tá ymiskir politikarar tykjast halda, at námsfrøðingurin lættliga kann avloysast av einari au-pair ella av onkrum í grannalagnum, hevur tað týdning at greiða eitt sindur frá um námsfrøðina.

Barndómurin er grundleggjandi fyri læringina hjá menniskjanum. Tað er gjøgnum barndómin, sansirnir, nervalag, heilasynopsur ella í stuttum: kroppur og heili mennast mest.

Eins væl og tað er neyðugt at endurtaka venjingar, tá ein ítrottur, sum fótbóltur verður vandur, er neyðugt við “venjingum”, tá eitt barn skal mennast. Her hevur tað týdning at fyrihalda seg til støðið á barninum, aldur, menningarstøði og umstøður annars. Kropsliga og sálarliga.

Øll læring og menning er bygd á, hvussu væl okkara sansir, nervaløg og heilasynopsur virka, sett í mun til umhvørvið og “lærumeistarar”, ið vit møta. Lærumeistarar eru tey menniskju, sum barnið møtir í lívinum, foreldur, systkin, familja, námsfrøðingar og onnur.

Tað eru fleiri ymiskir faktorar, sum ávirka lívið. Kroppurin mennist við rørslum, hormon og kostur eru eisini ein partur av, hvussu læringin gongur og í ávísan mun ílegurnar (genini). 
Heilin mennist saman við kroppinum og í samspæli við kroppin, men eisini í samspælinum við onnur menniskju, har kenslur, mál, hugsanir og annað eru við at mynda menningina hjá einum persóni.

Fleiri vísindaástøði eru um menningina av heilakyknum, nervaløgum osfr., hvønn einstakan part av tí stóra putlispælinum. Námsfrøðingurin hevur lært um hesi viðurskifti og dugir tískil at meta um og tillaga eitt umhvørvi til tað einstaka barnið. Soleiðis, at barnið fær sum mest burturúr.

Louis Malaguzzi, ein kendur italienskur námsfrøðingur, segði, at: “børn hava 100 mál… men 99 verða tikin frá teimum”.

Professionell uppaling er ikki einføld - hon krevur vitan - námsfrøðingurin vil arbeiða fyri at tryggja, at hvørt einstakt barn fær best møguligar grundfortreytir fyri einum góðum lívi. Sjálvandi kunnu onnur enn námsfrøðingar vita eina rúgvu um menningina hjá børnunum - men: vilja vit, at tilvildin skal ráða?

Í dagsins samfelag er neyðugt, at námsfrøðingurin er ein partur av barnagarðslívinum hjá barninum. Tí barndómurin er grundleggjandi fyri læringina hjá menniskjanum.

Vit mugu virka fyri at styrkja samstarvið millum foreldur og námsfrøðingar, soleiðis at barni kann fáa sum mest burturúr.

Aftur