Innrita
Tel 35 75 76

Samráðingar skotnar í gongd

X

Samráðingar skotnar í gongd

Skrivað hevur: Martin N. Simonsen   tann: 12.09.2017  

Lønarsamráðingar skotnar í gongd

Í dag lat nevndin hja pedagogfelagnum inn uppskot um sáttmálasamráðingar til Fíggjarmálaráðið.

Krøvini eru betri lønar- og starvsviðurskifti.

Ov leingi hevur tað ikki verið samsvar millum útbúgvingarstøðið og lønarlagið. Lønarlagið er ov lágt samanborið við líknandi útbúgvingar- og starvsbólkar her í landinum og uttanlanda.

Umframt tað er neyðugt við betri skipaðum starvsviðurskiftum hjá námsfrøðingum, har fyrireikingar- og eftirmetingartíð má skipast betri. Tørvur er eisini á betri familjupolitikki, so starvsfólk kunnu trívast betri. 

Tað vænta millum 400-600 námsfrøðingar í Føroyum, men hóast tað, so er talið av umsóknum til námsfrøðiligu útbúgvingina í Føroyum fallandi. Politiska skipanin má síggja álvarsemi og styrkja viðurskiftini hjá námsfrøðingunum í Føroyum.  



Aftur