Innrita
Tel 35 75 76

So er møguleiki at søkja um fíggjarligan stuðul úr A og U grunninum.

So er møguleiki at søkja um fíggjarligan stuðul úr A og U grunninum.

Skrivað hevur: Føroya Pedagogfelag   tann: 27.01.2017  
Tíðindi

01.02 2017 er nýggja freistin hjá limum, at søkja um fíggjarligan stuðul frá A og U grunninum hjá Føroya Pedagogfelag.

Grunnurin hevur til endamáls at vera verkfallgrunnur , umframt at kunna stuðla virksemi og verkætlanum, sum eru við til at granska, styrkja og breiða kunnleika og fatan fyri tí pedagogiska arbeiðinum. 


Nevndin fyri grunnin er mannað við einum nevndarlimi hjá Føroyra Pedagogfelag og tveimum álitisfólkum, umboðandi dagstovnaøki og serstovnaøki. Tær sum sita í nevndini nú eru, Elin N. W. Tausen, Helin Rasmusen og Beinta Johnsdóttir Danielsen, sum er komin í nevndina fyri Charlottu á Váli Olsen, sum er givin sum álitisfólk.

Nevndin avgjørdi á fundi í september at broyta tíðarskeiðini til nær umsóknarfreistirnar eru  til 01.02, 01.06 og 01.10.

Hava tit ætlanir ella hugskot, sum tit umhugsa at fara í gongd við, og sum passa inn undir endamálið hjá grunninum, so er at senda eina umsókn. Tit søkja grunnin um stuðul við at stíla umsóknina til l A&U grunnin: Føroya Pedagogfelag, Tungugøta 1 FO-100 Tórshavn ella pedagog@pedagogfelag.fo

Í umsóknini skal vera ein nágreinilig frágreiðing um, hvat verður søkt stuðul til, og ein kostnaðarmeting skal vera løgd við. Nevndin fyri A&U grunnin kann áseta ávísar treytir fyri at veita stuðul úr grunninum.

Eru ivamál ella spurningar, eru tit vælkomin at senda ein teldupost til elin@pedagogfelag.fo


Aftur