Innrita
Tel 35 75 76

Støðan er ótolandi

X

Støðan er ótolandi


Føroya Pedagogfelag fegnast um uppskotið frá Miðflokkinum um at játta 206 milliónir til bygningar hjá Almannaverkinum.

Felagið hevur í nógv ár gjørt vart við, at starvsfólk starvast undir sera vánaligum arbeiðsviðurskiftum. Jógvan Philbrow er formaður í Føroya Pedagogfelag og greiðir soleiðis frá:

“Føroya Pedagogfelag hevur í fleiri ár víst á tørvin at byggja til endamálið og er støðan í 2017 ikki batnað. At almannamálaráðharrin hevur boðað frá, at ætlanin er at játtað 45 millión komandi trý árini er alt ov lítið og alt ov seint. Nú má samgongan taka seg um reiggj og játta neyðugu pengarnar soleiðis at Almannaverkið kann røkja sína uppgávu. Spurningurin er um tað almenna, við at lata hetta ganga ikki svíkir sínar umsorganar uppgávu."

Jógvan vísir á, at almennu stovnarnir er arbeiðsplássið hjá nógvum námsfrøðingum. Hann sigur, at fakligi stoltleikin hevur havt ta avleiðing, at tey hava góðtikið umstøðurnar, men nú er nokk.

“Støðan er ótolandi, starvsfólkini gera eitt megnar arbeiðiat  røkja sínar skyldur. Men umstøðurnar hava verið somikið vánaligar, at nógvar sjúkrameldingar hava verið og tað kunnu ella skulu vit ikki góðtaka, sigur Jógvan Philbrow. 

Hetta er ikki ein ábreiðsla til Almannaverkið, men heldur til politiska myndugleikan, sum hevur sovið í tímanum, sigur Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag.

Aftur