Innrita
Tel 35 75 76

Tóm politisk lyfti

Tóm politisk lyfti

Skrivað hevur: Martin N. Simonsen   tann: 28.12.2017  

Einki spurdist burturúr semingsroyndini í dag millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin.​

Partarnir eru farnir til hús uttan at nærkast eini loysn.

Kristina Háfoss hevur fyri fáum vikum síðani í Degi & Viku lovað, at sáttmálin við sjúkrarøktarfrøðingarnar slóðaði veg fyri nýggja sáttmálanum við Pedagogfelagið.

Annika Olsen hevur brúkt "eina niðurgerandi løn hjá námsfrøðingum", sum valagn, har hon í smálutum greiðir frá hvussu neyðugt tað er, at ein tann størsti starvsbólkurin í landinum fær eina virðiliga løn.

Men enn býr onki aftanfyri. Tóm orð og tóm lyfti.

Kristina og Annika standa ikki við síni orð.

Ístaðin ynskja tær, at verkfallið heldur fram. Ynskja, at ruðuleiki valdar og óvirðilig korini hjá borgarunum halda fram, har námsfrøðingar og hjálparfólk starvast.

Vónandi fara komandi dagarnir at vísa politiskan vilja, so okkara umleið 2000 limir í Føroya Pedagogfelag fáa ein virðiligan sáttmála, har lønin samsvarar ábyrgd og útbúgving.

#líkaútbúgvinglíkaløn  

Aftur