Innrita
Tel 35 75 76

Trupult at samráðast við KAF og FMR saman

Trupult at samráðast við KAF og FMR saman

Skrivað hevur: Martin N. Simonsen   tann: 21.12.2017  

Klokkan 08.00 í morgun fóru starvsfólk, sum eru limir í Føroya Pedagogfelag í verkfall. Hetta rakar so sambýlir, búðstovnar, verkstøð og aðrar tænastur, sum Almannaverkið hevur ábyrgdina av.

Vit hava bara bíða eftir til at hetta fór at henda. Føroya Pedagogfelag hevur greitt ført fram teirra ynskir og at javnstilla lønirnar á almenna arbeiðsmarknaðinum – og ynskja veruligar samráðingar. Men mótparturin, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, sum áður hava givið til kennar, at júst námsfrøðingar skulu hava eitt lønarlyft, nú roynir at koma við øllum umberingum fyri at hetta ikki ber til, tí 26 fakfeløg nú bíða til at koma til samráðingar. Karmurin er lagdur. Er hetta veruligar samráðingar?

Tað hevur verið togað aftur og fram – og støðan í dag er tann, at námsfrøðilga økið liggur næstan lami – og hetta er ikki ein støða nakur ynskir sær. Heldur ikki Føroya Pedagogfelag. Tað er mær ein gáta, at FMR og KAF ikki hevur brúkt tíðina uppá VERULIGA at samráðast ístaðin fyri at brúka tíðina uppá at draga felagið oman í Fasta Gerðarættin.

Trupult at samráðast við KAF og FMR saman

Limirnir í Føroya Pedagogfelag eru bæði alment og kommunalt settir. Kommunurnar hava ábyrgdina av dagstovnaøkinum og fíggjarmálaráðið hevur ábyrgdina av sokallaða serstovnaøkinum. Hetta ger eisini samráðingarnar truplari. Kommunurnar eru so nógvar og ymiskt er hvussu tey raðfesta dagstovnaøkið.

Ódámligar hóttanir

Í gjárkvøldið kemur so stjórin í Almannaverkin, Edvard Heen, við nøkrum sera ódámligum hóttanum. Stjórin í Almnanaverkinum er eisini hægsti leiðari fyri starvsfólkini í almannaverkinum. Kanska skuldi hann heldur roynt at verið viðvirkandi til at hansara starvsfólk fingu optimalar treytir ístaðin fyri at koma við slíkum hóttanum, sum als ikki gagnar júst hesi støðuni. Stjórin vendir kanónunum skeivan veg, og gerðarætturin hevur staðfest at verkfallið er lógligt. Tað er Almannaverkið, sum hevur ábyrgd av borgarunum og ikki einstaki námsfrøðingurin

Rokni ikki við at nøkur starvsfólk høvdu funnið uppá at latið ein óhjálpnan ligið einsamallan!

Hvar er Kristina og restin?

Við einari sokallaði vinstravendari samgongu og einum samfelag sum blómar, er tíðin so avgjørt at betra um sáttmálan hjá limunum hjá Føroya Pedagogfelag. Undan valinum hoyra vit um politikkarar, sum egna við góðum føgrum orðum – at nú skal vend koma í. Men hetta er tíanverri alt tóm lyftir.

Kristina var skjót, tá Felagið fyri føroyskar sjúkrarøktarfrøðingar lýstu við verkfallið fyri allar limir felagsins. Hon segði í samrøðu við KVF, at hetta var ikki tann einasti fakbólkurin, ið hevði brúk fyri einum lønarlyfti – og sipaði hon seinni til at námsfrøðingarnir eisini kundu væntað sær eitt lønarlyft, fyri at rætta skeivleikan.

Og hvar er restin av teimum, sum søguliga eru umboð fyri fakfelagsrørðlsuna í samgonguni !!
Aftur