Innrita
Tel 35 75 76

Uttanumøkið er felags ábyrgd

Uttanumøkið er felags ábyrgd


- Vit skulu kunna spæla jørðin er eitrað runt í øllum garðinum.

Soleiðis lýsir leiðarin í Sólareyganum – Mirjam Johannesen – eitt av úrslitunum av tí verkætlan, sum børn og vaksin hava havt seinasta hálva árið.

Børn og vaksin í Sólareyganum við Sundsvegin í Havn hava eina ferð um vikuna pyntað, ruddað, flutt trø og innrættað garðin sum ein lið í eini námsfrøðiligari verkætlan.

- Eina ferð um vikuna vísa vit, at starvsfólk og børn hava eitt felagsátak – nevnliga at innrætta garðin. Starvsfólkini skulu – sum onkutíð hendir – ikki bara standa og hyggja og ansa eftir, hvussu børni spæla, men skulu vera virkin í meiningsfullum arbeiði saman við børnunum, sigur Tórunn Dánjalsdóttir, námsfrøðingur.

Fleiri námsfrøðilig hugskot liggja afturfyri hetta átakið.

Ein partur er at førka børnini burtur frá asfaltinum og brúka allan garðin.

- Arkitektoniskt er asfalt ofta ein ov stórur partur av einum garði. Vit vilja royna at fáa børnini at vitja nýggj støð í garðinum og gera sær nýggj spælirúm, sigur Alma á Lava.

Mirjan Johannesen heldur, at børn nú á døgum hava brúk fyri at koma tættari náttúruni, tá tey eru á dagstovni, tí í gerandisdegnum verða tað minni og minni.

- Vit gera okkum eisini stóran ómak at endurnýta og brúka so lítið plastikk, sum yvirhøvur gjørligt. Tað er eisini ein háttur at vera medvitandi um náttúruna, sigur Mirjam. At vit so eisini eru ein sukurfríur dagstovnur ger tað heldur ikki verri.

- Vit eru tilvitað um ikki at brúka plastikk, men savna saman tógv, klæði, bummull til at pynta við. Gomlu mjólkapakkarnir verða endurnýttir til smáar tallerkar í staðin fyri at keypa plastikk-tallerkar, greiður Tórunn Dánjaldóttir frá.

Éitt annað námsfrøðiligt hugskot aftan fyri felagsátakið er at byggja garðin av nýggum, og garðurin skal vera motoriskt avbjóðandi. At kunna spæla jørðin er eitrað runt í øllum garðinum er eitt mál, sum tey hava sett sær í Sólareyganum.

Higartil eru tað mikudagarnir, sum verða brúktir til felagsarbeiði í garðinum.

Og júst at kalla tað arbeiði er eisini eitt námfrøðiligt hugskot. Tað ger mikudagarnar meiningsfullar fyri øll.

- Brúk skal vera fyri øllum hugskotum. Tey vaksnu eru ikki tey, sum altíð vita best – og so skulu børnini bara fylgja við. Øll skulu sleppa framat við sínum hugskotum – esini vøggusstovubørnini, sigur Sigga Seyer.

- Tað kann vera, at børnini ikki minnast alt, men kroppurin minnist, at tey hava gjørt mun, sigur Alma á Lava. Arbeiðið er spæl fyri tey, men hetta leggur seg í kroppin, sum fjald vitan.

Royndirnar eru, at tá arbeitt verður javnbjóðis og børnini sleppa framat, so tora tey eisini at koma við hugskotum.

- At verða við til nakað meiningsfult, gevur eisini eina kenslu av autensiteti. At hetta er sum veruliga lívið. Eisini at síggja okkum starvsfólk reagera sum menniskju og sum vaksin, sigur Alma á Lava.

Beint nú var málið at fáa so nógv liðugt sum til ber til summarfest saman við grannastovnunum, undir Brúnni og á Ternuryggi.

- Hetta er ikki ein verkætlan, sum verður liðug, tí her verður nógv viðlíkahald, so onnur børn fara eisini at fáa gleði av hesum, sigur Mirjam Johannesen.

Skrivað hevur: Øssur Winthereig

Aftur