Innrita
Tel 35 75 76

Verður Eyðgunn villeidd?

Verður Eyðgunn villeidd?


Í svarið til grein 52 fyrispurning hjá Sonju Jógvanssdóttir, sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, at eingin áseting er um eftirløn til tímalønt í sáttmálanum við Føroya Pedagogfelag.

Tað tykist heldur løgið, at síggja eina slíka útsøgn frá landsstýriskvinnuni.

Veruleikin er tann, at tímaløn-ásetingin er sera avmarkað. Einans tey, sum arbeiða færri enn 15 tímar um vikuna, ella í einum styttri tíðarskeiði enn tríggjar mánaðar, mangla enn rættindi til eftirløn.

Í fylgu sáttmálanum hjá okkum er greinin greið:

Sum tímaløntir verða sett tey, ið:

a) í miðal arbeiða minni enn 15 tímar um vikuna ella 

b) ikki verða sett í fast starv, men sum avloysarar undir frítíð, sjúku o. l. ella til annað fyribils arbeiði, sum varir minni enn 3 mánaðir.

Tá landsstýriskvinnan førir fram, at 211 fólk hjá Almannaverkinum eru tímalønt, so kunnu vit ikki annað enn undrast, tí vit í fleiri førum hava gjørt vart við, at fleiri av okkara limum ikki kunnu metast sum tímaløntir, tá tey ikki lúka omanfyristandandi treytir um tímatal og tíðarskeið.

Vit í Føroya Pedagogfelag hava tí varhugan av, at fleiri av okkara limum vera snýtt fyri fleiri túsund krónur í eftirløn - hvønn mánaða.

Afturat tí er hetta eisini eitt púra óskipað arbeiðsøki, har tað er sera torført at tryggja rættindini hjá starvsfólkunum, tí fleiri teirra ei heldur tykjast fáa lógarkravda setanarskrivið, sum tey annars hava rætt til.

Jógvan Philbrow, formaður

Aftur