Innrita
Tel 35 75 76

Verkfall

Verkfall

Skrivað hevur: Martin N. Simonsen   tann: 11.12.2017  

Frá týsdegnum 12. desembur kl. 07.00 er boðað frá verkfalli hjá øllum leiðarum.


Vísandi til sáttmálasamráðingarnar, sum í kvøld endaðu úrslitaleysar, vilja vit við hesum boða frá, at Føroya Pedagogfelag hevur lýst við verkfalli at koma í gildi týsdagin 12. desember 2017 kl. 07.00.

Í dag kl. 18.35 var semingsuppskotið vrakað av báðum pørtum.

Vit hava tí lýst við verkfalli fyri allar leiðarar, varaleiðarar og dagrøktarleiðarar, sum starvast á stovnum undir kommununum, umframt allar eindarleiðarar, leiðarar og samskiparar, sum starvast á stovnum hjá landinum.

#LÍKAútbúgvingLÍKAløn

Aftur