Innrita
Tel 35 75 76

Verkfallið er lógligt

Verkfallið er lógligt

Skrivað hevur: Martin N. Simonsen   tann: 17.12.2017  

Herda verkfallið, sum er fráboðað 15/12-2017, at byrja í morgin 18. desember kl 0.800 - stendur við.

Fasti Gerðarrættur gav í dag Føroya Pedagogfelag viðhald í, at fráboðaða verkfallið fyri allar limir, ið starvast í Almannaverkinum og sjálvsognarstovnum undir Almannaverkiinum, ikki er óheimilað, og tískil er verkfall í morgin kl 08.00. 

Føroya Pedagogfelag hevur tikið neyðug atlit í samband við meting av tryggleika hjá brúkarum, og taka innihald og ábyrgd í størvum hjá limum sínum í størsta álvara.

Vit vænta tí eisini at Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið taka støðuna í álvara.

Aftur