Innrita
Tel 35 75 76

Við røttu amboðunum kunnu vit steðga harðskapi

Við røttu amboðunum kunnu vit steðga harðskapi


Grein úr Pedagogblaðnum februar 2017.

Í 2016 gjørdi Almannaverkið eina  arbeiðsumhvørvis- og  trivnaðarkanning,  har øll starvsfólkini skuldu svara spurningum um, hvat tey hildu um arbeiðsumhvørvi og trivnaðin á arbeiðsplássinum. Ein av spurningunum, sum starvsfólkini skuldu svara, var um harðskap á arbeiðsplássinum. Kanningin vísti, at tað er bæði sálarligur og kropsligur harðskapur  á arbeiðsplássum.

Eitt av starvsfólkunum, sum hevur upplivað harðskap á arbeiðsplássinum, er Teitur Jóannesarson. Hann fór at lesa til námsfrøðing í 2010, og í 2011 var hann í starvsvenjing á einum stovni í Føroyum, har ein ungur borgari við harðligum atburði búði. Hann byrjaði fyrst sum avloysari og fekk fast starv í 2014, tá ið hann fekk prógv sum námsfrøðingur. Pedagogblaðið hevur sett Teiti stevnu og biðið hann greitt frá sínum arbeiði at tálma harðskapinum.

-       Tað var/er ógvuliga hart. Eg havi ikki sjálvur verið úti fyri kropsligum harðskapi, men havi verið vitni til hetta fleiri ferðir. Eg havi upplivað nógvan sálarligan harðskap. Fyri nøkrum árum síðani var hetta næstan gerandisdagur. Harðskapurin – bæði tann kropsligi og tann sálarligi – eru sera tyngjandi. Tað ávirkar alt arbeiðsplássið. Tað skapar nógva strongd, ónøgdsemi, starvsfólkaútskifting og ikki minst eina kenslu av hjálparloysi, tá ið ein ikki fær tálmað harðskapinum og minkað um hann, sigur Teitur.

Hvørji pedagogisk amboð hevur tú brúkt í tínum arbeiði at tálma harðskapinum?

-       Vit brúka ein leist, ið kallast "ikki stressandi námsfrøði" (Low arousel pedagogik). Vit leggja sera stóran dent á sjálvsavgerðarrættin hjá borgaranum, soleiðis at viðkomandi so vítt sum gjørligt fær ávirkan á egið lív. Her ansa vit sjálvandi eisini eftir, at tað ikki gerst vansorgan. Aftur at hesum, so brúka vit trafikkljós-mátan, sum er ein váðameting  av harðskapinum. Vit skráseta hetta tríggjar ferðir um dagin. Hann er eisini ein mannagongd fyri, hvat starvsfólk skulu gera, tá ið viðkomandi er í grøna feltinum, gula feltinum og reyða feltinum. Harafturat brúka vit nógv hjálpartól: boardmaker, memodayplanner, timetimer og visuellar sosialar søgur. Leggjast kann afturat, at vit eisini visualisera pengarnar hjá viðkomandi, har vit hava hongt ymiskar lummar á veggin. Hvør lummi hevur eina mynd av einum virksemi. Allir hesir lummarnir fáa so eina ávísa nøgd av pengum í hvønn mánadag. Hetta er ein fíggjarætlan fyri eina viku í senn. Síðani umsitur viðkomandi sjálvur, hvussu pengarnir verða brúktir (sjálvsavgerðarrætturin). Men um hann tekur úr einum lumma og brúkar hetta til okkurt annað, so veit viðkomandi eisini, at so er einki eftir í tí lummanum. Fyrr vóru tað sera nógvar konfliktir í sambandi við pengar. Viðkomandi dugir ikki við pengum og skilti tí heldur ikki, hví tað ikki bara læt seg gera at keypa nýtt, um okkurt brotnaði. Men hendan trupulleika hava vit ikki í dag. Hetta er takkað verið hesari mannagongdini og visualisering av pengunum, greiðir Teitur frá.

Teitur sigur, at hann hevur sjálvur leitað sær tilfar fram og leggur afturat, at uttan eina jaliga leiðslu, sum sær týdningin av at førleikamenna starvsfólkini so hevði støðan ikki verið, sum hon er í dag.

-       Eg havi sjálvur leitað mær fram tilfar um harðskap. Síðani hevur tað verið eitt sindur  Learning by doing, har vit, leiðslan og starvsfólkabólkurin,  hava greinað og tulkað hvørja einstaku harðskapshending fyri at koma fram á, hvørjir faktorar elvdu til hendingina. Eftir hetta hava vit roynt at broytt hesar faktorar.

Leiðslan hevur verið sera jalig, lurtandi og stuðlandi allan vegin ígjøgnum. Vit hava verið í Dammark á einari arbeiðsstarvsstovu hjá Vold som udtryksform, sum kallaðist: Brugerinddragelse i det voldsforebyggende arbejde. Vit hava eisini verið til onnur skeið um harðskap og til skeið í boardmaker, sosialum søgum og sjálvverju, sigur Teitur  Jóannesarson.

Taka ikki sálarligan harðskap í álvara

Teitur heldur, at tann sálarligi ágangurin ikki altíð verður tikin í álvara. Hann sigur, at tey á stovninum í fyrstani ikki tóku tann sálarliga ágangin í álvara.

-       Hetta kemst nokk av tí, at tað var í heilum, at fólk vóru fyri sálarligum ágangi. Men borgarin má takast í ramasta álvara, tí hetta er eitt neyðarróp frá einum borgara, sum vil fortelja, at alt er ikki í lagi. Tá ið tann sálarligi harðskapurin ikki riggar, og borgarin ikki følir, at hann verður sæddur, hoyrdur ella virdur, so følir viðkomandi seg noyddan og pressaðan at fremja tann kropsliga harðskapin, tí bikarið flýtur yvir, og viðkomandi orkar ikki meir. Hetta var í øllum førum galdandi hjá okkum, greiðir Teitur frá.

Teitur er sannførdur um, at høvdu tey ikki brúkt allar tær pedagogisku tilgongdirnar og mannagongdirnar, sum eru nevndar omanfyri, so høvdu tey verið í sama stað sum fyri trimum árum síðani, har viðkomandi framdi kropsligan harðskap móti starvsfólki í miðal einaferð um mánaðin. Síðani 2014 hava tey skrásett harðskapin í einum skema fyri at fylgja gongdini. Har sæst, at nú hevur ikki verið nøkur kropslig harðskapshending í 1½ ár. Og tann sálarligi harðskapurin er týðiliga minkaður, sigur Teitur Jóannesarson at enda í samrøðu við Pedagogblaðið. 

Les alt Pedagogblaðið her!

Aftur