Innrita
Tel 35 75 76

Vit hava stórar avbjóðingar

X

Vit hava stórar avbjóðingar


Tað er sera umráðandi, at starvsfólkini fáa neyðugu førleikamenningina, og at vit samstarva við fakbólkar, sum eisini hava kunnleika til barnaverndarøkið, sigur Hildur Hermansen, sum er leiðari í Eind 10 - Barnavernd í Almannaverkinum.

Í sambandi við samanleggingina til Almannaverkið,  varð Hildur Hermansen í 2013 sett sum eindarleiðari í Eind 10 – Barnavernd innan Almannaverkið.

Eind 10 er bú- og viðgerðarstovnur hjá Almannaverkinum, sum bjóðar sosialpedagogiskt viðgerðarumhvørvi til børn/ung og til familjur, ið eru fevndar av barnaverndarlógini.

Tá ið børn, ung og familjur verða innskrivað í Eind 10.

Tað eru barnaverndartænasturnar kring landið,  sum hava ábyrgd av øllum barnaverndarmálum. Barnaverndartænasturnar innskriva børn, ung og familjur umvegis avgerðarmyndugleikan, Høvuðsbarnaverndina, til sosialpedagogiska viðgerð í Eind 10 og leggur tá umsorganarábyrgdina av børnunum og teim ungu til Eind 10 at røkja. Tá familjur verða innskrivaðar, hava foreldrini enn umsorganarábyrgdina av sínum børnum.

Barnaverndartænasturnar lýsa málini og gera virkisætlan, sum saman við avgerðini frá Høvuðsbarnaverndini verður grundarlagið fyri arbeiðsuppgávuni hjá Eind 10.

Ein afturvendandi avbjóðing og tvístøða millum Eind 10 og barnaverndartænasturnar, er tulkingin av umsorganarábyrgdini. Eingin kunngerð er, sum sigur hvussu Almannaverkið skal umsita og reka barnaverndarøkið, og flestu tvístøðurnar okkara millum eru beinleiðis tengdar at, at land og kommunur ikki hava tikið avgerð um, hvør skal bera kostnaðin av hvørjum, sigur Hildur Hermansen.

Eind 10 - Barnavernd

Í løtuni eru 25 børn/ung og tvær familjur innskrivað í Eind 10, vanliga kallað Barnaheimið,  og  húsast  tey á 6 ymiskum støðum í Tórshavnar kommunu.

Leiðslan í Eind 10 er definerað sum fjarleiðsla. 1. februar 2017 varð leiðslutoymið styrkt og er nú mannað við einum eindarleiðara og tveimum leiðarum. Endamálið hjá Almannaverkinum at styrkja um leiðslutoymið er, at møguleiki skal vera fyri meira beinleiðis starvsfólkaleiðslu.  Starvsfólk við so sálarliga tungum uppgávum, sum vit møta í Eind 10, hava tørv á tættari starvsfólkaleiðslu, enn seinastu árini hava givið møguleika fyri. Hildur er sannførd um, at styrkta fakliga leiðslutoymið fer at økja um dygdina í viðgerðarumhvørvinum, sum vit bjóða børnum, ungum og familjum í Eind 10.  Leiðslan verður framvegis definerað sum fjarleiðsla, og starvsfólkini skulu framhaldandi praktisera sjálvsleiðlsu í sínum arbeiði.

Eind 10 er skipað við einum familjudepli, einum móttøkudepli og fýra meira siðbundnum bú- og viðgerðarstovnum.

Tá ið børn og ung verða innskrivað í Eind 10, búgva tey fyrst á móttøkudeildini í 4 til 6 mánaðar, og har verður gjørd ein sosialnámsfrøðilig greining av tørvinum, sum einstaka barnið hevur.  Móttøkudeildin er nýtt virksemi, og har arbeiða 5 royndir námsfrøðingar, tveir sjúkrarøktarfrøðingar við servitan innan psykiatri og ein sosialráðgevi við royndum innan økið.

-        Saman við sosialnámsfrøðiligu greiningini fer sosialnámsfrøðiliga viðgerðin í gongd, og vit arbeiða fram ímóti, at gerandisdagurin verður mennandi - vakin um dagin, ganga í skúla, eta skilagott, at fáast við eitthvørt, sum hevur áhuga, og annars tað, sum hvør einstakur hevur tørv á fyri at fáa eitt sjálvstøðugt lív sum vaksin., sigur Hildur Hermansen, leiðari.

Tá námsfrøðiliga greiningin er liðug, liggur í ætlanini, at starvsfólk og børn eru samd um hvørjum stovni í eindini, børnini skulu fara at búgva á, fyri at fáa ta viðgerð, tey hava tørv á.

-         Stóra avbjóðingin í hesum er, at vit hava so fá pláss, at talan í veruleikanum er um, at børnini fara á tann stovn, har pláss er fyri teimum. Hinvegin er ein námsfrøðilig greining gjørd, og børnini og tey ungu hava fingið tíð at venja seg við at búgva á stovni, soleiðis at lívið á siðbundnu bú- og viðgerðarstovnunum við tíðini kann gerast meira róligt og støðugt, greiður Hildur frá.

Tað er á siðbundnu bú- og viðgerðarstovnunum, at tað drúgva sosialnámsfrøðiliga arbeiðið og relatíónsarbeiðið fer fram.

-        Her leggja vit okkum eftir at tryggja øllum okkara børnum og ungu teir menningarmøguleikar, tey hava tørv á til tess, at tey kunnu megna at skapa egið lív, at menna nýggja sjálvsfatan og at uppdaga lívið av nýggjum. Her skal spíra til nýggja byrjan uppá lívið, greiðir Hildur Hermansen frá.

-        6 námsfrøðingar arbeiða á familjudeplinum, sum er ein perla, sum vit skulu satsa enn meira uppá, og umráðandi er fyri fyribyrgjandi arbeiðið, at myndugleikarnir velja at økja nógv um hetta virksemið. Familjudepilin er einasti samdøgursstovnur av sínum slag, og pláss er bert fyri tveimum familjum í senn, staðfestur Hildur.

Á familjudeplinum er endamálið at gera eina námsfrøðiliga foreldraførleikakanning, so støða kann takast til, um foreldur hava neyðugu førleikarnar til, at teirra børn kunnu fáa ein mennandi uppvøkstur og eitt gott lív. Námsfrøðiliga foreldraførleikakanningin endar í einum tilmæli til barnaverndartænasturnar, sum saman við Høvuðsbarnaverndarnevndini taka avgerð um, hvat er neyðugt at gera.

Á familjudeplinum hava foreldrini alla ábyrgdina av børnunum og øllum tí, sum krevst fyri at vera ein familja. Námsfrøðingarnir eygleiða lívið og samanspælið millum foreldur og børn og geva ráð og vegleiðing í mun til tað, sum eygleitt verður. Foreldur fáa skipaðar samrøður, sum stuðla uppundir teirra foreldraførleika, og opinleikin er ein treyt fyri, at foreldur fáa arbeitt við sínum avbjóðingum. Tí verður alt, sum verður skjalfest um foreldrini og børnini, lisið upp og gjøgnumgingið saman við foreldrunum. Tað skapar sjálvsinnlit og refleksjón hjá foreldrunum, og tað gagnar sjálvsagt børnunum og teirra menning.  

-        Tað hendir seg, at Familjudepilin viðmælir, at børnini hava tørv á øðrum primerumsorganarpersónum enn teirra foreldrum. Samstundis vita vit, at foreldur altíð verða foreldur at sínum børnum, og tann eyka foreldraførleikin, sum tey ognaðu sær á Familudeplinum, gagnar tí børnunum so ella so.

 Familjudepilin arbeiðir við barnabólkum og foreldrabólkum í tíðaravmarkaðum tíðarskeiðum, og ynski hjá okkum er, at vit kunnu víðka virksemið til eisini at skipa fyri einum familjuskúla. Tað er her, vit síggja veruliga fyribyrging á barnaverndarøkinum, og tí er tað skilabest at økja hetta virksemið. Í løtuni standa 4 familjur í bíðirøð at sleppa til familjuviðgerð á Familjudeplinum, sigur Hildur Hermansen

Neyðugt við námsfrøðingum

Hildur heldur, at tað er alneyðugt, at tað eru námsfrøðingar, sum eru í flestu størvum. Samstundis er tað neyðugt, at aðrir fakbólkar, t.d. sjúkrarøktarfrøðingar, sum hava innlit og royndir innan psykiatriska økið, og sosialráðgevarar eisini eru ein partur av starvsfólkahópinum. Ein støðug og spennandi avbjóðing er at tryggja, at starvsfólkini fáa neyðugu førleikamenningina til at røkka alt meira samansettu trupulleikunum,  sum børnini, tey ungu og familjurnar liva í.

-        Avbjóðingin hjá okkum er, at alsamt fleiri børn, sum koma í eind 10, hava álvarsamar psykiatriskar avbjóðingar. Tað sigur seg sjálvt, at tá tú hevur verið leingi í umsorganarsvíki, verður tú skaddur sálarliga, og henda sálarliga støðan ger seg galdandi á ein ella annan hátt. Tí hava vit brúk fyri ymiskum fakførleikum, sum kunnu greina tørvin hjá hesum børnum og ungu, soleiðis at fakliga vitanin kann verða flættað inn í námsfrøðiliga viðgerðarumhvørvið á staðnum, og tað hava vit góð úrslit av, sigur Hildur Hermansen. 

Hon sigur víðari, at tað er ein avbjóðing, at starvsfólkini ikki altíð fáa brúkt sín fakliga førleika til fulnar . Virksemið hjá Eind 10 er spjatt á  fleiri ymiskar matriklar, og tað spjaðir eisini fakkunnleikan. Hetta minkar um møguleikan at differentiera í viðgerðini. Børn og ung  búgva tætt saman í smáum húsum, og tá ið støðugt plásstrot er, er vandin fyri, at børnini koma á ein stovn, har akkurát tann serligi fakligi førleikin, sum kundi hjálpt teimum áfram í lívinum, ikki er tilstaðar. 

Hava brúk fyri eftirvernd

Hildur ásannar, at lógarverkið ikki er nóg gott, tá ið børnini í Eind 10 verða 18 ár.

-         Tá ið tey ungu hava búð leingi á bú- og viðgerðarstovni  saman við fleiri børnum, troyttast tey av at búgva soleiðis. Tað kann ta avleiðing, , at ung velja at flyta av stovninum, áðrenn tey eru heilt klár at fóta sær sjálvum. Tá áttu vit at bjóða teimum eftirvernd, soleiðis at tey í skipaðum umhvørvið tóku meira og meira ræði á sinum lívi og ábyrgd av sínum viðurskiftum við sjálvsagdum sosialum skyldum mótvegis øðrum og samfelagnum. Um lógarheimild og fíggjarligu viðurskiftini vóru lagað til tað, megnar Eind 10  at førleikamenna starvsfólkini til at skipa fyri eftirvernd fyri ung, sigur Hildur Hermansen

Rúsevni millum ung undir 18 ár.

Ung,  sum rúsa seg, eru ikki í málbólkinum hjá Eind 10,  tí  Eindin  hevur hvørki húsaumstøður, lógarheimild ella fakligan førleika til at veita rúsavvenjing ella rúsevnisviðgerð. Veruleikin er tó, at tað eru ung innan Eind 10,  sum rúsa seg og hava álvarsligar rústrupulleikar at dragast við.

Hildur ásannar, at rúsevnismisnýtslan forðar fyri, at tey ungu kunnu taka við sosialpedagogiskari viðgerð, og tí megna starvsfólkini í Eind 10 ikki at tryggja eitt mennandi umhvørvi til hesi ungu.

Hildur er ikki heilt greið um, hvør besta loysnin hevði verið fyri hesi børn. Hon ivast í, hvussu skilagóða viðgerð børn og ung fáa á sokallaðum stongdum stovnum, og samstundis ásannar hon,  at tey ungu megna ikki at møta upp til ambulanta viðgerð, so tað er heldur ikki ein viðgerðarháttur,  sum røkkur teimum ungu, sum vit kenna til.

-        Fyrr valdi myndugleikarnir at senda børn við rústrupulleikum av landinum til viðgerðar. Ásannandi at úrslitini ikki vóru nóg góð, er nú sjáldan, at myndugleikar velja at senda ung av landinum til hesar viðgerðir. Samstundis skuldu myndugleikarnir sjálvsagt skipa fyri møguleikanum hjá ungum undir 18 ár at fáa rúsviðgerð her heima í Føroyum, og tað liggur enn á láni.

Ein sjálvsøgd loysn er, at ein viðgerðarstovnur fyri ung, sum rúsa seg, verður lagdur undir Heilsumálaráðið og fylgir øllum reglum, sum ein slíkur stovnur skal fylgja. Fleiri av starvsfólkunum í Eind 10 hava royndir og  fáa sjálv  sær vitan um rúsevnismissnýtslu. Tað er ein góð byrjan, tá ið myndugleikarnir fara undir at skipa rúsviðgerð í Føroyum, sigur Hiildur Hermansen

Aftur