Innrita
Tel 35 75 76

Vit mugu tosa um vandan fyri vaksandi bonskleika

Vit mugu tosa um vandan fyri vaksandi bonskleika


Ein evnisdagur um fakligheit og etikk verður 6. juni 201

Evnið er vandin fyri øktum bonskleika (tað at gerast alsamt ráari og harðlyntari), har vit fara at hyggja at tí bonskleika, sum er nær knýttur at kensluni av máttloysi og at samspælinum í bólkinum. 

Eg síggi tað, at fólk gerast bonskari, sum sálarligt slit, sum á mangan hátt kann minna um strongd.

Aftaná verða stundir í smærri bólkum at viðgera, hvørji vandatekin vit eiga at vera var við – bæði hjá starvsfeløgum og hjá sær sjálvum.

Bókmentir:

Birkmose, D. (2013): Når gode mennesker handler ondt – tabuet om forråelse. Syddansk Universitetsforlag.

Tað ber til at lesa fyrsta kapittul ókeypis á heimasíðuni hjá forlagnum.

Dorthe Birkmose er sjálvstøðugur sálarfrøðingur (cand.psych.), rithøvundur, bloggari og fyrilestrahaldari. Meira kunning er á heimasíðuni:  www.dorthebirkmose.dk

Evnisdagur við Dorthe Birkmose verður 6. juni 2017.

Stað: Smæran, J. H. Schrøtersgøta 9

Kostnaður: 450 kr.

Dagurin er ætlaður limum okkara á tí sosialpedagogiska arbeiðsøkinum. Teir fyrstu 50 limirnir, úr sosialpedagogiska arbeiðsøkinum, ið tekna seg til dagin, fáa framíhjárætt. 

Tilmelding er á pedagog@pedagogfelag.fo, viðmerk Dorthe Birkmose.

Tilmeldingin skal innihalda: 

Navn/nøvn á luttakarum
Føðingardag
Arbeiðspláss

Og hvar rokningin skal sendast.

Aftur