Innrita
Tel 35 75 76

Stuðulsyvirlýsing: Stuðul úr Íslandi

Stuðulsyvirlýsing: Stuðul úr Íslandi

Skrivað hevur: Martin N. Simonsen   tann: 15.12.2017  

Sosialpedagogarnir í Íslandi vísa sín stuðul til Føroya Pedagogfelag í einari yvirlýsing um stríðið fyri betri lønarkor.

Stuðulsyvirlýsing

Þroskaþjálfafélag (Sosialpedagogfelag) Íslands lýsir við hesum sín fulla stuðul til Føroya Pedagogfelag í verkfalli teirra og stríði teirra fyri betri lønarkorum.

Tað er av alstórum týdningi, at lønin hjá socialpedagogum í Føroyum er kappingarfør og at socialpedagogar fáa løn, ið samsvarar við útbúgving og ábyrgd í starvinum.

Sosialpedagogar hava týdningarmiklan leiklut í einum sterkum vælferðarkervi í einum hvørjum samfelag. Tískil tørvar lønin hjá socialpedagogum at vera á einum støði, ið skapar støðufesti í starvinum og at nýggj síggja møguleikar.

Þroskaþjálfar á Íslandi senda sosialpedagogum í Føroyum stríðskvøður.

Kærar heilasnir
Laufey Elísabet Gissurardóttir, formaður ÞÍ
Þroskaþjálfafélag Íslands
Aftur