Aðalfundurin 21. mars 2020 útsettur.

Tíðindaskriv frá Føroya Pedagogfelag. Vísandi til tilmælið frá heilsumyndugleikunum í Føroyum, um ikki at  hava tiltøk fyri fleiri enn 500 fólkum, nú smittuvandin fyri Coronavirusið er, verður aðalfundur felagsins útsettur í óásetta tíð. Somuleiðis er vandin fyri at spjaða corona smittuna til fleiri borgarar stórur, tá ið limir felagsins arbeiða so tætt saman við borgarum, … Continue reading Aðalfundurin 21. mars 2020 útsettur.

Aðalfundurin 2020 – Útsett

Aðalfundurin er nú útsettur og verður hann ásettur seinni. Vælkomin á aðalfund felagins 21. mars 2020 í Hotel Føroyar. Skrá sambart lógum felagsins. Nevndarval Valið er millum Noomi Skorá og Harald Joensen. Tit kunnu lesa meira um tey í pedagogblaðnum, ið kemur út fyrst í mars. Les blaðið her! Noomi Skorá er 27 ár, starvast í Dagstovninum … Continue reading Aðalfundurin 2020 – Útsett

Noomi og Harald bjóða seg fram

Nú freistin at bjóða seg fram til tøka nevndarsessin í nevndini í Pedagogfelagnum er farin er greitt, at kapping verður um sessin.  Tvey valevni bjóða seg fram. Valevnini eru: Noomi Skorá, 27 ár, starvast í Dagstovninum á Velbastað og er limur í Hjálparfólkaráðnum. Harald Joensen, 26 ár, starvast og er álitisfólk í Bú- og viðgerðarstovninum … Continue reading Noomi og Harald bjóða seg fram

Kunning og skráseting til aðalfundin 2020

Aðalfundurin hjá Føroya Pedagogfelag verður á Hotel Føroyum 21. mars 2020. Skráset teg til dagin niðast, her á síðuni. Skráin fyri fundin er sambært lógum felagsins. Finn lógir felagsins her. Les eisini: Donsk vitjan á aðalfundinum Uppskot til aðalfundinYnskir limur uppskot viðgjørt á aðalfundinum, skal uppskotið latast nevndini, við skrivligari váttan frá viðkomandi uppskotsstillara, og … Continue reading Kunning og skráseting til aðalfundin 2020

Donsk vitjan á aðalfundinum

Vit fegnast um, at kunna kunngera, at Benny Andersen, formaður í Socialpædagogernes Landsforening (SL), verður gestarøðari á aðalfundinum, á Hotel Føroyum, tann 21. mars í ár. Benny hevur verið virkin á sernámsfrøðiliga økinum í nógv ár, og situr eisini sum limur í fleiri álitisnevndum. Benny er sera ágrýtin og virkin á sosialum miðlum fyri sernámsfrøðiliga … Continue reading Donsk vitjan á aðalfundinum

Trý nýggj ráð

Føroya Pedagogfelag hevur í dag, á eykaaðalfundi niðri í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum, valt trý nýggj ráð. Eitt hjálparfólkaráð: Fía, Oda, Anne Lisa, Mona og Noomi, Kári Horn manglar á myndini. Oda, Fía og Mona eru valdar í trý ár. Anne Lisa og Kári eru vald í tvey ár. Noomi er eykalimur. Eitt námsfrøðingaráð: Beinta‚ Bjørg‚ … Continue reading Trý nýggj ráð

Eykaaðalfundur 11. mai 2019

Vísandi til §9 í lógum felagsins innkallar Føroya Pedagogfelag við hesum limir sínar til eykaaðalfund. § 9 Eykaaðalfundur stk. Eykaaðalfundur verður lýstur, um nevndin ynskir tað, ella um minst 5% av limunum krevja hetta, og teir samstundis skrivliga senda inn fráboðan um tað mál, teir ynskja viðgjørd á eykaðalfundinum.stk. Slíkir fundir skulu verða hildnir í fyrsta … Continue reading Eykaaðalfundur 11. mai 2019