Umsorganarøkið fyri hóttafalli

Herfyri hoyrdist í fjølmiðlunum, at kømur standa tóm á eldrasambýlum, tí tað ikki eru nokk av starvsfólkið til at hava øll tilboð opin. Sjálvsagt hevur koronastøðan sína ávirkan, men starvsfólkatrot er ikki ein brádliga íkomin støða, og er ein trupulleiki fyri alt umsorganarøkið, sum fakfeløg og fakfólk eisini hava ávarað um. Stórt starvsfólkatrot er á … Continue reading Umsorganarøkið fyri hóttafalli

Til lukku við starvinum Sólvit!

Til Sólvit Nolsø, Landsstýrismaður í Almannamálum. Við hesum vil Føroya Pedagogfelag ynskja tær til lukku við nýggja starvinum sum landsstýrismaður í Almannamálum. Vit vóna, at samstarvið okkara millum gerst gott og fruktagott. Í longri tíð hevur Pedagogfelagið varpað ljós á átrokandi starvsfólkatrot. Bæði í dag og í nærmastu framtíð. Vit hava varpað ljós á, at … Continue reading Til lukku við starvinum Sólvit!

Stytt arbeiðsvika førir neyvan til munandi prísvøkstur

Røddir hava verið frammi um, at ein stytting av arbeiðsvikuni fer at føra við sær, at kostnaðurin á vørum og tænastum fer at hækka 7,5%. Hetta er ógvuliga ósannlíkt. Tað staðfestir kanning, ið Jan Otto Holm, búskapar- og fíggjarfrøðingur, og Regin Berg, stjórnmálafrøðingur, løgdu fram týsdagin 5. oktobur. At siga, at um arbeiðsvikan verður stytt … Continue reading Stytt arbeiðsvika førir neyvan til munandi prísvøkstur

37 tíma arbeiðsvika – betri trivnaður og familjulív

Tað er ein sera góð íløga fyri føroyska samfelagi at stytta arbeiðsvikuna. Við 37 tíma arbeiðsviku fáa vit størri trivnað á arbeiðsmarknaðinum og meira tíð saman við familjuni. Við styttri arbeiðsviku verður føroyski arbeiðsmarknaðurin eisini betri kappingarførur í mun til at fáa arbeiðsmegi. Hetta eru nakrar av niðurstøðunum í stóru kanningini, “37 Tíma arbeiðsvika, fyrimunir … Continue reading 37 tíma arbeiðsvika – betri trivnaður og familjulív

Nógvir fyrimunir við 37 tíma arbeiðsviku

Kanningin um 37 tíma arbeiðsviku verður løgd alment fram í Smæruni týsdag 5.okt. kl. 14.00. Fyrimunirnir við eini styttri arbeiðsviku eru nógvir. Tað er ein av niðurstøðunum í kanning, ið Jan Otto S. Holm, búskapar- og fíggjarfrøðingur og Regin Berg, stjórnmálafrøðingur, hava gjørt fyri átta fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum. Endamálið við kanningini er at lýsa … Continue reading Nógvir fyrimunir við 37 tíma arbeiðsviku

Hvussu kann tað bera til

Politiski myndugleikin grætur krokodillutár, alt meðan tey ið hava tørv á, at almennu Føroyar veitir eina haldgóða tænastu gjøgnum Almannaverki, eru niðurraðfest.  Fyrst undraði tað onkran politikkara, at tilboðini vóru skerd í feriutíð – nýggj tíðindi fyri ávísan politikkara, hóast vit hava gjørt vart við hetta í áravís, uttan at nakar hevur givið tí ans. Men, tá Pedagogfelagið fer í verkfall og støðan hjá hesum minnir um … Continue reading Hvussu kann tað bera til

Raðfesti vælferðina

Í  Degi og viku umleið hálvan apríl var samrøða við Edvard Heen, stjóra í Almannaverkinum. Her vísti stjórin á, at Almannaverkið hevur í dag, og kemur í framtíðini at hava tørv á fleiri starvsfólkum. Á námsfrøðiliga virkisøkinum hevur í longri tíð verið vaksandi tørvur á starvsfólki, serliga útbúnum námsfrøðingum. Hetta ger seg sum heild galdandi … Continue reading Raðfesti vælferðina

Super menniskju á dagstovnaøkinum

Føroya Pedagogfelag metir, at ein lógarfestur normeringslykil við greiðum leiðsti fyri, hvussu játtanir til dagstovnar skulu umsitast, er alneyðugur. Fíggjarleisturin hjá Tórshavnar kommunu gruggar veruligu støðuna á dagstovnaøkinum. Hóast undanfarna samgonga tvíhelt um, at tey høvdu hækkað normeringina, so er veruleikin á dagstovnaøkinum tann, at økið bløðir. Tølini tala fyri seg Um ein hyggur eftir, … Continue reading Super menniskju á dagstovnaøkinum

Mugu útbúgva fleiri námsfrøðingar

Í hesum døgum skal Løgtingið taka støðu til uppskot til samtyktarum, at útbúgva fleiri námsfrøðingar. Tað er ovurhonds stórurtørvur á fleiri námsfrøðingum. Í somu samtykt verður hugt eftir møguleikanum at skipa útbúgvingina øðrvísi, soleiðis, at hon tekur størri hædd fyri dagatovna- og/ella sosialnámsfrøði. Í løtuni tekur námsvísindadeildin 35 lesandi inn um árið. Av hesum koma umleið 25 út á námsfrøðiliga arbeiðsmarknaðin um árið. Hetta er … Continue reading Mugu útbúgva fleiri námsfrøðingar