Álop á fakfelagsrøsluna

Tíðindaskriv frá Fakfelagssamstarvinum Fakfelagssamstarvið átalar staðiliga ætlanum hjá landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum at skerja verkfalsrættin hjá fakfeløgunum.  Hetta er eitt álop á alla fakfelagsrørsluna og á fría samráðingarrættin. At lóggeva sjálvan rættin at fara í verkfall frá fakfeløgunum, er at broyta sjálvt grundarlagið fyri sáttmálasamráðingum. Fakfelagsrørslan er ein hornasteinur í vælferðarsamfelagnum, og hevur tryggjað vanliga borgaranum tey livikorð, tær arbeiðstreytir og … Continue reading Álop á fakfelagsrøsluna

Fráboðaða samhugaverkfallið er avlýst

Nú Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið í dag, 8. november 2020, klokkan 15.30 hava undirskriva semju, er ikki neyðugt at fara í samhugaverkfall. Samhugaverkfallið er tí avlýst. Nevndin í Føroya Pedagogfelag