Dagstovnanámsfrøði í Føroyum. Tíðindaskriv

Tíðindaskriv Á eykaaðalfundi hjá Føroya Pedagogfelag 11. mai 2019, varð m.a. kunnað um møguleikan at stovna fakligar áhugabólkar undir felagnum. Í juni 2019 varð stig tikið til at stovna áhugabólkin Dagstovnanámsfrøði í Føroyum. Umleið 40 fólk meldaðu seg sum lim í áhugabólkinum hetta kvøldið. Ein nevnd varð vald og hevur skipað seg soleiðis: Edda Hjartvarsdóttir, forkvinnu, Elin N. W. Tausen, skrivari, Jóna Guttesen, kassameistari, Alma á Lava, nevndarlimur og Ingerð Andreassen, nevndarlimur.  Endamálið við áhugabólkinum Dagstovnanámsfrøði í Føroyum er at byrta uppundir samrøður/kjak um dagstovnanámsfrøði í Føroyum. At kveikja áhuga og at menna vitanina um dagstovnanámsfrøðina í Føroyum. Bæði hjá … Continue reading Dagstovnanámsfrøði í Føroyum. Tíðindaskriv

Etikkur í námsfrøðiligum arbeiði. Innbjóðing til limakvøld hjá Føroya Pedagogfelag

Føroya Pedagogfelag vil við hesum bjóða øllum limum til námsfrøðiligt prát at umrøða evni, “etikkur í námsfrøðiligum arbeiði”. Tiltakið er ókeypis og ætla øllum limum felagsins. Í námsfrøðiliga starvinum møtir starvsfólkið ofta etiskum ivamálum, har vit sum menniskju skulu taka støðu yvirfyri menniskjanum, vit eru um í okkara starvi. Sum menniskju hava vit ymisk mørk … Continue reading Etikkur í námsfrøðiligum arbeiði. Innbjóðing til limakvøld hjá Føroya Pedagogfelag

Føroysk námsfrøði – hvat er tað?

Bygnaðarbroytingarnar í Føroya Pedagogfelag hava skapt møguleikan, at stovnseta fakligar áhugabólkar fyri limir í Føroya Pedagogfelag. Í tí sambandi, ynski eg at samla fólk, sum eru áhugað at hugleiða um námsfrøði í Føroyum. Á eykaaðalfundinum hjá Føroya Pedagogfelag í Kongshøll 11. mai 2019, legði eg mínar tankar fram,  og har vóru tað fleiri, sum vóru … Continue reading Føroysk námsfrøði – hvat er tað?