Uppskot til nýggjan bygnað í Pedagogfelagnum

Nevndin hevur seinastu tíðina arbeitt við at gera liðugt eitt uppskot til hoyringar um ein nýggjan bygnað av Føroya Pedagogfelag. Uppskotið til nýggjan bygnað byggir í høvuðsheitum á tað arbeiðið, sum bólkarnir løgdu fram fyri aðalfundinum í 2017, umframt greiningina av Føroya Pedagogfelag, sum Regin Berg hevur gjørt. Bólkarnir arbeiddu við evnunum: Limarøkt, sjónliggerðan av … Continue reading Uppskot til nýggjan bygnað í Pedagogfelagnum

Samrøður um námsfrøði

Komandi mánaðirnir verða "Samrøður um námsfrøði"-tiltøk á breddanum hjá nevndini hjá Føroya Pedagogfelag. Leisturin verður upplegg frá fakfólkum, sum vit síðani hava samrøður og kjak um. Endamálið við tiltøkunum er at styrkja okkara egnu fakligu førleikar og seta orð á okkara námsfrøðiliga yrki. Tankin um tiltøkini sprettir millum annað úr fakliga bólkaarbeiðnum um hvussu vit … Continue reading Samrøður um námsfrøði

8 av 10 ynskja útbúgving norðanfyri

Føroya Pedagogfelag hevur gjørt eina kanning millum hjálparfólkini í felagnum, í samband við nýggju ætlaðu námsfrøðiligur atstøðingur útbúgvingina til hjálparfólk á námsfrøðiliga starvsøkinum. Pedagogfelagið hevur millum annað spurt limirnar um áhuga og møguleikar fyri at lesa víðari, hví tey vilja lesa víðari, og hvar tey ynskja útbúgvingina staðsetta.   Úrslitið av kanningini vísur, at umleið … Continue reading 8 av 10 ynskja útbúgving norðanfyri

Hvørjum gagnar staðseting av útbúgving

Vit í Føroya Pedagogfelag fegnast stórliga um, at útbúgving til hjálparfólk á námsfrøðiliga økinum eftir ætlan longu verður klár í januar 2019. Útbúgvingin kann geva hjálparfólkum ein góðan møguleika at ogna sær fakliga vitan og kanska betra sínar fakligu førleikar. Gevur útbúgvingin sum námsfrøðiligur atstøðingur eisini atgongd til námsfrøðiligu útbúgvingina á Fróðskaparsetrinum, sum Pedagogfelagið hevur … Continue reading Hvørjum gagnar staðseting av útbúgving