Fráboðan frá Føroya Pedagogfelag

Tórshavnar kommuna hevur lýst eindarleiðarastørvini leys at søkja, hóast eingin avtala um flokking er gjørd millum sáttmálapartarnar. Hetta er brot á grein 14, stk. 3 í sáttmála okkara, sum sigur, at sáttmálapartarir skuldu samráðast um flokking av nýggjum størvum áðrenn tey vera lýst leys. Vit skulu tí boðað frá, at tá talan er um størv, … Continue reading Fráboðan frá Føroya Pedagogfelag

Námsfrøði er ikki tilboðsvøra

Seinastu tíðina hevur samskiftið verið millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag, um flokking av størvum hjá eindarleiðarum. Talan er um størvini í Tórshavnar Kommunu. Partarnir eru ikki komnir til nakra semju um størvini, hóast fleiri møguleikar hava verið uppi at venda. Nú verða størvini lýst leys og setir Tórshavnar Kommuna eindarleiðarar í starv, hóast ongin semja er um flokking. Í … Continue reading Námsfrøði er ikki tilboðsvøra

Taka ikki undir við eindarleiðslu

Føroya Pedagogfelag skal gera tað púra greitt. Pedagogfelagið tekur ikki undir við ætlanunum hjá Tórshavnar Kommunu at skipa eindarleiðslur á dagstovnaøkinum, hóast Gunnvør Balle hevur miðlað hetta. Hetta eru eisini boðini kommunan hevur fingið frá felagnum, tá ið felagið er blivið kunnað um ætlanirnar hjá kommununi. Pedagogfelagið hevur ongantíð fingið nakra skrivliga kunning um ætlanina, … Continue reading Taka ikki undir við eindarleiðslu

Ein rættleiðing til millum onnur Annfinn Brekkstein

Havi frætt, at limir og ávísur politikkari halda, at Føroya Pedagogfelag hevur blástemplað ella góðkent ætlanirnar hjá Tórshavnar býráð, um nýggjan økisleiðslubygnað fyri Dagstovnaøkið í kommununi. Hetta er ikki rætt, vit eru tó kunnað um ætlanirnar og hava greitt umsitingini í kommununi frá okkara hugsan. Og bara fyri at gera tað greitt. Nei, Pedagogfelagið hevur … Continue reading Ein rættleiðing til millum onnur Annfinn Brekkstein

Yvirlýsing frá Føroya Pedagogfelag

– eftir fund við 60 leiðarum, sum eru limir í Føroya Pedagogfelag.Y Føroya Pedagogfelag vil vegna limir sínar, ið eru leiðarar, átala handfaringina av nøkrum av starvsfólkamálunum, sum hava verið frammi alment í seinastuni. Vit vilja við hesi yvirlýsing átala almennu handfaringina av starvsfólkamálum, og heita á arbeiðsgevarar um at hugsa seg um, áðrenn tey … Continue reading Yvirlýsing frá Føroya Pedagogfelag

Gleðilig jól 2018

Føroya Pedagogfelag vil ynskja øllum limum sínum eini gleðilig jól og gott nýggjár. Her kann ein lítil Jólaheilsan lesast frá felagnum. Tað er stongt í umsitingini frá 21. desembur til og við 2. januar 2019. Bráfeingis boð kunnu skrivast til: pedagog@pedagogfelag.fo, ella við at ringja til formannin á: tlf. 288576  

Vinnari funnin

Vinnarin av kappingini um eitt gávukort frá Føroya Pedagogfelag í novembur mánaða gjørdist Símin Ósá. Eftir lutakast millum øll sum luttóku, so var tað Símin sum fær gleðina av gávukortinum til Atlantic Airways áljóðandi 2000 krónur. Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, handaði honum gávukortið í skrivstovu síni í dag. Omanfyri 700 limir í felagnum luttóku … Continue reading Vinnari funnin

Vandi á dagstovnaøkinum

Týðandi stig mugu takast fyri at bøta um arbeiðsorkuna hjá starvsfólkum á dagstovnum Manglandi stovnspláss eru nú frammi í miðlunum. Serliga eru trupulleikar í Tórshavn, har fólkavøkstur setur stórt trýst á kommunalu myndugleikarnar at útvega nøktandi karmar. Trupulleikin er tó nógv størri enn bara at útvega karmar at seta børnini inn í. Leingi hava vit … Continue reading Vandi á dagstovnaøkinum

Stovnsnámsferð í Danmark

Læruríkur túrur gav spennandi íblástur til nýggjar arbeiðshættir Í apríl mánaða í ár vóru starvsfólk úr Býlingshúsinum millum Gilja á námsferð í tríggjar dagar í Danmark, millum annað við fíggjarligum stuðli úr A&U-grunninum hjá Pedagogfelagnum. Tríggir ymiskir stovnar á Fjóni vórðu vitjaðir. Endamálið við túrinum var at økja um námsfrøðiliga medvitið í gerandisdegnum og at … Continue reading Stovnsnámsferð í Danmark

Uppskot til nýggjan bygnað í Pedagogfelagnum

Nevndin hevur seinastu tíðina arbeitt við at gera liðugt eitt uppskot til hoyringar um ein nýggjan bygnað av Føroya Pedagogfelag. Uppskotið til nýggjan bygnað byggir í høvuðsheitum á tað arbeiðið, sum bólkarnir løgdu fram fyri aðalfundinum í 2017, umframt greiningina av Føroya Pedagogfelag, sum Regin Berg hevur gjørt. Bólkarnir arbeiddu við evnunum: Limarøkt, sjónliggerðan av … Continue reading Uppskot til nýggjan bygnað í Pedagogfelagnum