Taka ikki undir við eindarleiðslu

Føroya Pedagogfelag skal gera tað púra greitt. Pedagogfelagið tekur ikki undir við ætlanunum hjá Tórshavnar Kommunu at skipa eindarleiðslur á dagstovnaøkinum, hóast Gunnvør Balle hevur miðlað hetta. Hetta eru eisini boðini kommunan hevur fingið frá felagnum, tá ið felagið er blivið kunnað um ætlanirnar hjá kommununi. Pedagogfelagið hevur ongantíð fingið nakra skrivliga kunning um ætlanina, … Continue reading Taka ikki undir við eindarleiðslu

Kunningarskriv frá Føroya Pedagogfelag

Her er kunningarskriv frá Føroya Pedagogfelag. Um tú ikki hevur fingið tað sum teldupost kann vera at tú ikki ert rætt skrásettur hjá okkum. (Tað kann eisini vera at skrivið liggur í spam).Vit ynskja øllum eina góða summerferiu. Les skrivið her!

Trý nýggj ráð

Føroya Pedagogfelag hevur í dag, á eykaaðalfundi niðri í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum, valt trý nýggj ráð. Eitt hjálparfólkaráð: Fía, Oda, Anne Lisa, Mona og Noomi, Kári Horn manglar á myndini. Oda, Fía og Mona eru valdar í trý ár. Anne Lisa og Kári eru vald í tvey ár. Noomi er eykalimur. Eitt námsfrøðingaráð: Beinta‚ Bjørg‚ … Continue reading Trý nýggj ráð

Landsleiðaradagur 2018

7. septembur verður landsleiðaradagur í Norðurlandahúsinum hjá Føroya Pedagogfelag. Á skránni verða fyrilestrar um ymisk viðkomandi evni fyri leiðarar á námsfrøðiliga økinum. Katrin Kallsberg, lækni og politikari, fer at tosa um djúptøkið arbeiði, ella "deep work", Maibritt Højgaard organisatiónssálarfrøðingur, tosar um relatiónir, og tað at koma aftur til røturnar og Marna Jacobsen,, forkvinna í Demokratia og … Continue reading Landsleiðaradagur 2018

Námsfrøðiliga læruætlanin eftirmett í Danmark

Í farnu viku vóru umboð fyri leiðararáðið hjá Føroya Pedagogfelag á ráðstevnu í Keypmannahavn um “den styrkede pædagogiske læreplan”. Barna- og Socialministeriet skipaðu fyri fakdegi við endamálinum at miðla og geva íblástur úr nýggju eftirmettu donsku námsfrøðiligu læruætlanini til praktiskt arbeiði á stovnum. Fyrsta læruætlanin kom út í 2004, og nú var tíðin búgvin at … Continue reading Námsfrøðiliga læruætlanin eftirmett í Danmark