Ásetið minstamark nú!

Føroya Pedagogfelag heitir á politisku flokkarnar um, at raðfesta eina lógarbroyting í dagstovnalógini soleiðis, at børn á dagstovnum verða tryggjað eitt minstamark av tímum. Hetta skal tryggja eina gjøgnumskygda skipan, har námsfrøðiliga góðskan og umsorganin fyri barninum, ikki kann verða niðurraðfest. Fíggjarjáttan til leiðslu, vikarar, reingerð og líknandi eigur ikki at ávirka tímajáttanina til børnini. Føroya … Continue reading Ásetið minstamark nú!

Føroysk námsfrøði – hvat er tað?

Bygnaðarbroytingarnar í Føroya Pedagogfelag hava skapt møguleikan, at stovnseta fakligar áhugabólkar fyri limir í Føroya Pedagogfelag. Í tí sambandi, ynski eg at samla fólk, sum eru áhugað at hugleiða um námsfrøði í Føroyum. Á eykaaðalfundinum hjá Føroya Pedagogfelag í Kongshøll 11. mai 2019, legði eg mínar tankar fram,  og har vóru tað fleiri, sum vóru … Continue reading Føroysk námsfrøði – hvat er tað?

Fyrireikingartíð og eftirútbúgving hjá starvsfólkum í dagstovnum í Chicago

Í einum dagstovni í Føroyum eru vanliga ein til tveir ráðleggingardagar um árið. Síðani kunnu einstøk starvsfólk í Føroyum gera avtalu um at sleppa á skeið ella eftirútbúgving antin við løn, og/ella í arbeiðstíð. Í 2017 vitjaði eg á trimum dagstovnum í Chicago har tey skipa seg sindur øðrvísi. Í teimum trimum dagstovnunum var ein … Continue reading Fyrireikingartíð og eftirútbúgving hjá starvsfólkum í dagstovnum í Chicago

Vil tú gera mun

Hevur tú áhuga fyri starvsumstøðunum hjá tínum starvsfelagum og tær? Gongur tú uppí tað fakliga innan námsfrøðina? Kundi tú hugsað tær at gjørt mun í nevndini hjá Føroya Pedagogfelag? 1. februar er seinasta freist at boða frá uppstillan til nevndina hjá Føroya Pedagogfelag í samband við aðalfundin 30. mars í Hotel Føroyum. Nevndin telur 5 … Continue reading Vil tú gera mun

Styrki frítíðarskúlarnar

Nú politikarar í løgtinginum kjakast um at lækka tímatalið hjá føroysku fólkaskúlanæmingunum, so er tað eitt gott høvi at kjakast um at styrkja frítíðarskúlatilboðini. Tað verða har børnini fara teir færri tímarnar tey verða í skúla.  Skapanarevni og sosialu tiltøkini mynda gerandisdagin á frítíðarskúlum og hevði tað sjálvsagt komið væl við at styrkt hetta tilboðið. … Continue reading Styrki frítíðarskúlarnar

Vandi á dagstovnaøkinum

Týðandi stig mugu takast fyri at bøta um arbeiðsorkuna hjá starvsfólkum á dagstovnum Manglandi stovnspláss eru nú frammi í miðlunum. Serliga eru trupulleikar í Tórshavn, har fólkavøkstur setur stórt trýst á kommunalu myndugleikarnar at útvega nøktandi karmar. Trupulleikin er tó nógv størri enn bara at útvega karmar at seta børnini inn í. Leingi hava vit … Continue reading Vandi á dagstovnaøkinum

Stovnsnámsferð í Danmark

Læruríkur túrur gav spennandi íblástur til nýggjar arbeiðshættir Í apríl mánaða í ár vóru starvsfólk úr Býlingshúsinum millum Gilja á námsferð í tríggjar dagar í Danmark, millum annað við fíggjarligum stuðli úr A&U-grunninum hjá Pedagogfelagnum. Tríggir ymiskir stovnar á Fjóni vórðu vitjaðir. Endamálið við túrinum var at økja um námsfrøðiliga medvitið í gerandisdegnum og at … Continue reading Stovnsnámsferð í Danmark

Ein tími minni um vikuna

Sum áður víst á í greinini: “Við íløgum nú verður avkastið stórt í framtíðini”, so hava kommunurnar um alt landið, sambært Hagstovuni, játtað ein starvsfólka-tíma færri í miðal um vikuna til hvørt barn seinastu 10 árini á dagstovnum í Føroyum. Hvønn týdning hevur EIN tími? Fyri ein dagstovn verða starvsfólkatímar vanliga játtaðir í mun til … Continue reading Ein tími minni um vikuna

Við íløgum nú verður avkastið stórt í framtíðini

Nobelvirðislønti búskaparfrøðingurin James J. Heckman vísir í sínari gransking á, at dagstovnar við høgari góðsku til børn í 0 til 5 ára aldur geva størsta samfelagsliga avkastið. Í stuttum sigur hann, at fyri hvørja dollara-íløgu tú ger í eitt góðsku-tilboð til smábørn undir 5 ár aldur, so fær tú 13 dollarar aftur. Ein óhoyrd góð … Continue reading Við íløgum nú verður avkastið stórt í framtíðini