Áhugin fyri námsfrøði økist

Talið av umsøkjarum til útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya fyri árið 2018 er nú fingið til vega.  Í 2017 vóru 40 umsóknir til námsfrøði á Fróðskaparsetrinum. Í ár er talið 62. Tað eru 22 fleiri umsóknir enn undanfarna ár. Hetta er ein gleðilig gongd fyri námsfrøðiliga økið, sum hevur tørv á fleiri útbúnum námsfrøðingum til eitt … Continue reading Áhugin fyri námsfrøði økist

NLS summarskeið – menning á útbúgvingarøkinum

Í hesum døgum hevur NLS summarskeið í Føroyum fyri norðurlendskum lærarum og námsfrøðingum. NLS er – Nordiska Lararorganisationers Samråd – sum er ein samstarvsfelagskapur innan alt útbúgvingarøkið í norðurlondum, har ein av høvuðsuppgávunum hjá felagskapinum er at stuðla uppundir námsfrøðiliga menning innan útbúgvingarumráðið. Anders Rusk, aðalskrivari hjá NLS bjóðaði mánadagin vælkomin til gestirnar, og Signar … Continue reading NLS summarskeið – menning á útbúgvingarøkinum

– VIT hava í øllum førum valt Setrið…

Røða til próvhandanina hjá Fróðskaparsetrinum 22. juni 2018, har røðari Rebekka Manuela Behrens sendur eina serliga heilsan til námsfrøðingar. ”...Fróðskaparsetrið er eitt universitet, har tey, sum ræðast umheimin fara. Tey, sum trívast best at vera í einum tryggum og trongum dunnuhyli, enda. Ja, tey, sum velja lættastu loysnina lenda.” Árið er 2015, og vit eru … Continue reading – VIT hava í øllum førum valt Setrið…

21 nýútbúnir námsfrøðingar

Í dag vórðu 21 prógv handaði til nýútbúnar námsfrøðingar frá Fróðskaparsetri Føroya í almenna tiltakinum í Norðurlandahúsinum Útvið 100 næmingar úr 5 ymsum fakdeildum hjá Fróðskaparsetrinum fingu í dag handað prógv. Millum annað næmingar á Námsvísindaligu deildini. Rektari, Sigurð Í Jákupsstovu, bjóðaði vælkomin, og so vóru røður og tónleikur á skránni. Rebekka Manuela Behrens førdi … Continue reading 21 nýútbúnir námsfrøðingar

Harðskapur og námsfrøði

Harðskapur á námsfrøðiliga økinum eigur ikki verða góðtikin í tann mun tað verður í dag NFFS – norðurlendski felagskapurin fyri sosialpedagogar - hevði stýrisfund í Nuuk í Grønlandi 5. og 6. juni. Pedagogfelagið var umboðað við Jógvan Philbrow á fundinum. Eitt av høvuðsevnunum var hóttanir og harðskapur í arbeiðslívinum hjá námsfrøðingum. Trupulleikan við harðskapi og … Continue reading Harðskapur og námsfrøði

Hvørjum gagnar staðseting av útbúgving

Vit í Føroya Pedagogfelag fegnast stórliga um, at útbúgving til hjálparfólk á námsfrøðiliga økinum eftir ætlan longu verður klár í januar 2019. Útbúgvingin kann geva hjálparfólkum ein góðan møguleika at ogna sær fakliga vitan og kanska betra sínar fakligu førleikar. Gevur útbúgvingin sum námsfrøðiligur atstøðingur eisini atgongd til námsfrøðiligu útbúgvingina á Fróðskaparsetrinum, sum Pedagogfelagið hevur … Continue reading Hvørjum gagnar staðseting av útbúgving