Eitt rættvíst og virðiligt lønarlag

Fremsta uppgávan hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, eins og hjá øllum hinum í Landsstýrinum má vera at virka fyri einum sunnum samfelag. Sjáldsama hugsjónarleyst og ikki sørt undrunarsamt at hoyra teir báðar politisku viðmerkjararnar, Jóannes Ejdesgaard og Bjarna Djurholm í Breddanum 10. juni 2020 viðmerkja, at fremsta uppgávan hjá einum landsstýrismanni í fíggjarmálum er at halda … Continue reading Eitt rættvíst og virðiligt lønarlag

Kunning og skráseting til aðalfundin 2020

Aðalfundurin hjá Føroya Pedagogfelag verður á Hotel Føroyum 21. mars 2020. Skráset teg til dagin niðast, her á síðuni. Skráin fyri fundin er sambært lógum felagsins. Finn lógir felagsins her. Les eisini: Donsk vitjan á aðalfundinum Uppskot til aðalfundinYnskir limur uppskot viðgjørt á aðalfundinum, skal uppskotið latast nevndini, við skrivligari váttan frá viðkomandi uppskotsstillara, og … Continue reading Kunning og skráseting til aðalfundin 2020

Etikkur í námsfrøðiligum arbeiði. Innbjóðing til limakvøld hjá Føroya Pedagogfelag

Føroya Pedagogfelag vil við hesum bjóða øllum limum til námsfrøðiligt prát at umrøða evni, “etikkur í námsfrøðiligum arbeiði”. Tiltakið er ókeypis og ætla øllum limum felagsins. Í námsfrøðiliga starvinum møtir starvsfólkið ofta etiskum ivamálum, har vit sum menniskju skulu taka støðu yvirfyri menniskjanum, vit eru um í okkara starvi. Sum menniskju hava vit ymisk mørk … Continue reading Etikkur í námsfrøðiligum arbeiði. Innbjóðing til limakvøld hjá Føroya Pedagogfelag

Rættleiðing til Klaksvíkar Kommunu

Í fjølmiðlunum hóskvøldið 12. desember er skriv komið frá Klaksvíkar Kommunu. Ætlanin er at hækka foreldragjaldið fyri dagstovnapláss í kommununi. Grundgevingin, ið nevnd verður í skrivinum er, at Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava gjørt avtalu um lønarvøkstur fyri 2019, 2020 og 2021. Talan skal verða um ein lønarvøkstur á 6,95% tilsamans. Sáttmálin millum Føroya … Continue reading Rættleiðing til Klaksvíkar Kommunu

Fráboðan frá Føroya Pedagogfelag

Tórshavnar kommuna hevur lýst eindarleiðarastørvini leys at søkja, hóast eingin avtala um flokking er gjørd millum sáttmálapartarnar. Hetta er brot á grein 14, stk. 3 í sáttmála okkara, sum sigur, at sáttmálapartarir skuldu samráðast um flokking av nýggjum størvum áðrenn tey vera lýst leys. Vit skulu tí boðað frá, at tá talan er um størv, … Continue reading Fráboðan frá Føroya Pedagogfelag

Limanøgdsemiskanning send út

Í morgun hevur Pedagogfelagið sent eina nøgdsemiskanning út. Kanningin verður gjørd í samstarvið við J.Herluf Sørensen, ráðgeva. Kanningin er send út umvegis teldupost. Um tú ikki hevur móttikið leinku til kanningina, skalt tú gera fylgjandi: 1: Kanna um telduposturin møguliga er farin í SPAM/óynsktir teldupostar. 2: Tínar upplýsningar hjá Pedagogfelagnum eru ikki rættar! Rætta tínar … Continue reading Limanøgdsemiskanning send út

Yvirlýsing frá Føroya Pedagogfelag

– eftir fund við 60 leiðarum, sum eru limir í Føroya Pedagogfelag.Y Føroya Pedagogfelag vil vegna limir sínar, ið eru leiðarar, átala handfaringina av nøkrum av starvsfólkamálunum, sum hava verið frammi alment í seinastuni. Vit vilja við hesi yvirlýsing átala almennu handfaringina av starvsfólkamálum, og heita á arbeiðsgevarar um at hugsa seg um, áðrenn tey … Continue reading Yvirlýsing frá Føroya Pedagogfelag

Valevni til ársaðalfundin 2019

Í samband við aðalfundin 2019 skulu vit við hesum boða frá, at freistin at stilla upp til nevndina er úti. Tveir nevndarsessir skulu veljast, og áðrenn freistin var úti stillaðu tvey valevni upp. Annað valevnið er Valborg Hammer, og hon verður vald uttan atkvøðugreiðslu. Hitt valevnið valdi at trekkja sína uppstilling aftur eftir at freistin … Continue reading Valevni til ársaðalfundin 2019