Semingsuppskotið góðtikið – verkfallið avblást!

Føroya Pedagogfelag hevur góðtikið semingsuppskotið, ið Semingsstovnurin hevur lagt fyri partarnar. Okkara mál við samráðingum hesaferð, hevur verið at fáa menniskjaligt haldføri inn í námsfrøðiliga arbeiðið. Eitt haldføri, sum skal tryggja námsfrøðiliga góðsku til teir borgarar og børnini, sum limir okkara eru um.    Hetta semingsuppskotið er eitt stig á leiðini, hóast vit viðganga, at nakað … Continue reading Semingsuppskotið góðtikið – verkfallið avblást!

Nýggj semingsroynd leygardagin – verkfallið stendur við

Vit skulu boða frá, at Semingsstovnurin í dag hevur innkallað partarnar til seming í morgin, leygardagin 19. juni. Semingsstovnurin setti seg í samband við okkum á middegi, og hevur nevndin boðað Semingsstovninum frá, at vit eru sinnaði at gera enn eina roynd til at finna semju. Vit fegnast um, at samráðingarnar nú verða tiknar upp aftur, … Continue reading Nýggj semingsroynd leygardagin – verkfallið stendur við

Álop á okkara vunnu rættindi

36 fakfeløg samdust fyrrapartin fríggjadagin um at seta tiltøk í verk fyri at mótmæla tí grova álopi, sum landsstýrið ætlar at fremja móti rættinum til fakligt stríð. Nær og hvørji tiltøk verða sett í verk, verður kunnað um í vikuskiftinum. Vit leggja dent á, at stríðsstig vera tikin fyri at mótmæla hesum álopi, sum er … Continue reading Álop á okkara vunnu rættindi

Bólturin liggur hjá Helga

Føroya Pedagogfelag hevur í dag verið á fundi við Helga Abrahamsen. Á fundinum bjóðaðu vit landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum, at vit seta verkfallið í bíðistøðu. Treytin er, at hann tekur uppskotið um at skerja verkfallsrættin aftur, og at Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið koma aftur til samráðingar. Enn hevur landsstýrismaðurin ikki tikið av tilboðnum, ið hevði tryggjað, … Continue reading Bólturin liggur hjá Helga

Nýggir tónar frá Jørgen

Føroya Pedagogfelag fegnast um, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í tíðindunum í kvøld vísti so øgiliga góðan vilja at semjast.  Hetta eru nýggir tónar úr Fìggjarmálaráðnum, tí hóast vit hava samráðst í 8 mánaðir, hava vit ikki sæð landsstýrismannin eina einastu ferð.  Hetta er ivaleyst eisini orsøkin til, at hann er so illa upplýstur um tilgongdina, og … Continue reading Nýggir tónar frá Jørgen

Yvirlýsing í sambandi við politiska álopið á verkfalsrættin

Avgerðin hjá landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum at fáa løgtingið at lóggeva sjálvan verkfalsrættin frá Føroya Pedagogfelag, er ein sera prinsipiell avgerð við víttfevnandi avleiðingum fyri allar komandi samráðingar, bæði á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum. Tí er hetta eitt beinleiðis álop á øll fakfeløg. Við avgerðini hjá Helga Abrahamsen er hetta ikki longur ein ósemja millum Fíggjarmálaráðið, … Continue reading Yvirlýsing í sambandi við politiska álopið á verkfalsrættin

Álop á fakfelagsrøsluna

Tíðindaskriv frá Fakfelagssamstarvinum Fakfelagssamstarvið átalar staðiliga ætlanum hjá landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum at skerja verkfalsrættin hjá fakfeløgunum.  Hetta er eitt álop á alla fakfelagsrørsluna og á fría samráðingarrættin. At lóggeva sjálvan rættin at fara í verkfall frá fakfeløgunum, er at broyta sjálvt grundarlagið fyri sáttmálasamráðingum. Fakfelagsrørslan er ein hornasteinur í vælferðarsamfelagnum, og hevur tryggjað vanliga borgaranum tey livikorð, tær arbeiðstreytir og … Continue reading Álop á fakfelagsrøsluna

Komið heldur til samráðingar

Tá Helgi Abrahamsen nú umhugsar at lóggeva summar av okkara limum úr verkfalli, so er tað eitt álvarsligt inntriv.  Men tað er eisini eitt inntriv, sum bara ger støðuna verri. Tí við at lóggeva summar av okkara limum til arbeiðis, verður verkfallið veikari. Tað fer sostatt at draga út, og at gerast verri fyri teir … Continue reading Komið heldur til samráðingar

Fráboðan um verkfall at byrja 14. juni 2021

Føroya Pedagogfelag metir ikki, at arbeiðsgevarin ynskir samráðingar. Tí kenna vit okkum trýst at lýsa verkfall fyri allar limir, ið starvast hjá kommununum og hjá landinum. Hetta er eisini galdandi fyri limir, ið starvast á sjálvsognarstovnum, partvíst ella heilt fíggjaðar av kommunalari ella almennari játtan.   Vit mugu staðfesta, at arbeiðsgevararnir ongan vilja vísa at loysa hesa risastóru samfelagsavbjóðing, men halda seg til at samráðast um … Continue reading Fráboðan um verkfall at byrja 14. juni 2021

Ein ordans komedia!

Føroya Pedagogfelag fekk í dag áheitan frá Mentamálaráðnum um at geva undantøk í stríðsstigum, soleiðis, at mismunur ikki verður gjørdur á næmingum í fólkaskúlanum. Áheitanin kemur tó á skeivt stað. Tað er Mentamálaráðið sjálvt, sum hevur givið skúlunum boð um at nokta okkara limum at koma til arbeiðis, har tey dagliga virka fyri at hjálpa næmingum, ið hava … Continue reading Ein ordans komedia!