Ber tað til at spara

Vit hava eina lóg um almannatrygd og tænastur. Í stuttum skal lógin tryggja, at borgarar, sum hava tørv á hjálp ella stuðli frá almennu Føroyum, skulu hava hjálp ella stuðul. Og soleiðis ynskja flestu í Føroyum, at tað skal vera. Tey, sum ikki megna at liva á jøvnum fóti við meirilutanum, skulu fáa hjálp. Hetta … Continue reading Ber tað til at spara

Til lukku við starvinum Sólvit!

Til Sólvit Nolsø, Landsstýrismaður í Almannamálum. Við hesum vil Føroya Pedagogfelag ynskja tær til lukku við nýggja starvinum sum landsstýrismaður í Almannamálum. Vit vóna, at samstarvið okkara millum gerst gott og fruktagott. Í longri tíð hevur Pedagogfelagið varpað ljós á átrokandi starvsfólkatrot. Bæði í dag og í nærmastu framtíð. Vit hava varpað ljós á, at … Continue reading Til lukku við starvinum Sólvit!

Hvussu kann tað bera til

Politiski myndugleikin grætur krokodillutár, alt meðan tey ið hava tørv á, at almennu Føroyar veitir eina haldgóða tænastu gjøgnum Almannaverki, eru niðurraðfest.  Fyrst undraði tað onkran politikkara, at tilboðini vóru skerd í feriutíð – nýggj tíðindi fyri ávísan politikkara, hóast vit hava gjørt vart við hetta í áravís, uttan at nakar hevur givið tí ans. Men, tá Pedagogfelagið fer í verkfall og støðan hjá hesum minnir um … Continue reading Hvussu kann tað bera til

“Tvøri og Tvassa” til allar dagstovnarnar í landinum

Herfyri gav Steintór Rasmussen út barnabókina “Tvøri og Tvassa”. Bókin verður lýst soleiðis: Ein søga um ta umvendu verð, har flest allir leiklutir eru vendir á høvdið. Børnini klára  alt sjálv. Tey keypa inn, gera mat og ansa eftir foreldrunum. Í Tvøra ogTvassalandi sært tú hús liggja á liðuni, bilar flóta á sjónum og bátar uppi … Continue reading “Tvøri og Tvassa” til allar dagstovnarnar í landinum

Pedagogfelagið krevur greiðar mannagongdir, tá latið verður upp aftur

Í skjótt tríggjar vikur hevur samfelagið verið rakt av korona-tiltøkum. Hetta hevur verið ein tíð, ið er merkt av undantaksstøðu. Nú ein tíð er fráliðin og neyð- og serskipanir eru gjørdar, krevur Føroya Pedagogfelag, at almennu arbeiðsgevarirnir koma við skilagóðum og tryggum leistum til at lata samfelagið upp aftur. Tað er eftir eina slíka tíð … Continue reading Pedagogfelagið krevur greiðar mannagongdir, tá latið verður upp aftur

Almannalógin í Løgtingið

“Kært barn har mange navne” siga danir. Hettar mugu vit ásanna um lógina, sum byrjaði sum “Tænastulóg”, síðani bleiv til “Vælferðarlóg”, og er nú komin í Løgtingið undir heitinum “Almannalóg”.  Hvussu heitið er ella ikki, so gleðast vit um, at nú hómast eitt úrslit. Lógin lá klár í Løgtinginum áðrenn táverandi løgmaður, Aksel V. Johannesen, útskrivaði løgtingsval. Stjørnarskiftið hevur … Continue reading Almannalógin í Løgtingið

Dagur og Vika: Barnaverndarøkið má endurskoðast

Í Degi og viku mánakvøldið 17. februar verður ljós aftur varpað á umstøðurnar á Barnaheiminum. Les eisini: Barnaverndarøkið í Føroyum má endurskoðast. Prátað varð við Jógvan Philbrow, formann í Føroya Pedagogfelag, og í sjónvarpsstovuna var Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, komin at svara spurningum. Jógvan Philbrow: Tá eg fái limir inn á gólvið, grátandi, … Continue reading Dagur og Vika: Barnaverndarøkið má endurskoðast

Barnaverndarøkið í Føroyum má endurskoðast

Vit vita, at arbeiðseftirlitið, barnaumboðsmaðurin, fyrrverandi leiðarar og okkara egnu álitisfólk, hava víst á, at viðurskiftini í Eind 10, barnavernd, mugu fáast í rættlag. Álitisfólkini vóru tó bert møtt við burturforkláringum, og tað tykist sum um leiðslan roynir at seta starvsfólkabólkarnar upp ímóti hvør øðrum. Tá starvsfólk hava víst á ótolandi viðurskiftir, verður tað “manipulerað” … Continue reading Barnaverndarøkið í Føroyum má endurskoðast

Lat ikki politikk avgera staðsetingina av einum nýggjum barnaheimi.

Tað er sjálvandi at fegnast um, at politisk valevni til komandi løgtingsval vísa barnaheiminum áhuga og ynskja at bøta um korini hjá hesum hart sperda og týdningarmikla stovni. Havi eisini sæð onkran vísa á, at staðsetingin kanska skuldi verið aðrastaðni, enn hon er í dag. Lokalpolitikkur trívist best við at royna at seta “økið” - … Continue reading Lat ikki politikk avgera staðsetingina av einum nýggjum barnaheimi.

Arbeiðseftirlitið hevur í oktober lagt talgildan faldara út á heimasíðu teirra, www.arb.fo, um vegleiðing í samband við harðskap og hóttanir á arbeiðsplássinum. Vegleiðingin er ætlað sum íblástur til hvussu arbeiðspláss kunnu fyribyrgja og handfara harðskap og hóttanir, har serliga arbeiðsgevarar, leiðarar, trygdarumboð og álitisfólk kunnu fáa gagn av vegleiðingini. Men hon er sjálvsagt eisini viðkomandi … Continue reading